Klokkan 22.20 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um innbrot á apotekið í Havn.
Ein patrulja fór á staðið og handtók ein mann, sum var komin inn um fyrstu hurðina. Hann var ikki komin longur inn, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Maðurin sat framvegis á politistøðini í morgun og var enn ikki avhoyrdur.
Kanna tilburð í Eysturoynni
Stutt eftir klokkan trý seinnapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at eitt par var farið til hendurs á alfaravegi í Eysturoynni. Fólk í einum handli sóu tilburðin.
Maðurin var ávirkaður av rúsdrekka og varð tikin við á politistøðina, har hann framvegis sat í morgun. Løgreglan fer at tosa við báðar partar aftur fyri at greiða, hvat hendi, og um talan er um eitt harðskapsmál.
Í Havn fekk ein bilførari í gjáramorgunin klipp í koyrikortið fyri at koyra fyri reyðum ljósi.
Annars var friðarligt í nátt, sigur vaktleiðarin. Lítið av fólki var í býnum í vindi og regni.