Sambært skránni skuldi tað í kvøld vera landskappingardystur á Argjum, har AB skuldi fáa vitjan av B68.
Nú er tað greitt, at tað verður eingin dystur á Argjum í kvøld. Veðrið er so mikið vánaligt, at dómarin hevur gjørt av at útseta dystin. Nú er tað greitt, at hann verður sunnukvøldið klokkan 18.30.
Árni Brandsson Petersen er settur at vera dómari á Argjum, har ætlanin var, at fyrsta bríksl skuldi vera klokkan 18.30, men nú er tað greitt, at tað verður eingin fótbóltur inni í Vika á Argjum í kvøld.