info
Ongi úrslit

Fimti hvør ungur kemur ikki aftur

Umleið 40 prosent av hvørjum árgangi fara av landinum, oftast at lesa. Bert helvtin vendir heimaftur. Nú skulu granskarar kanna, hví so nógv ung festa røtur uttanlands – og hvat hevur týdning fyri avgerðina um at koma aftur.

Eirikur Lindenskov
44 minuttir síðan

Nógvir ungir føroyingar fara av landinum við ætlanum um at fáa sær eina útbúgving. Men árini ganga, summi finna sær maka, fáa børn og arbeiði, og tað, sum byrjaði sum eitt lestraruppihald, verður eitt lív uttanlands.

Hvat fær tey at verða verandi? Og hvat fær onnur at venda heimaftur?

Hetta eru nakrir av spurningunum, sum Tróndur Møller Sandoy, adjunktur í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum, og Erika Anne Hayfield, dekanur, saman við øðrum granskarum eru farin undir at kanna.

Í eykblaðnum Vísindavøka í Sosialinum hetta vikuskiftið greiðir Tróndur frá umfatandi verkætlanini, sum skal geva nýggja vitan um útlongsul og heimlongsul hjá ungum føroyingum.

Ein stórur partur vantar

Sambært Tróndi flyta umleið 40 prosent av hvørjum árgangi av landinum, oftast í lestrarørindum. Bert helvtin vendir nakrantíð aftur. Tað merkir, at Føroyar missa umleið fimta hvønn ungan úr einum árgangi.

Hetta sæst aftur í føroysku fólkapyramiduni, har ein stórur partur av unga ættarliðinum vantar, serliga fólk í tjúgunum og fyrst í tríatiárunum.

– Teirra rødd hoyrist ikki, og tey eru ikki við í kjaki, gerandislívi og virkseminum í samfelagnum, sigur Tróndur Møller Sandoy.

Granskararnir vilja koma nærri teimum avgerðunum, sum liggja aftan fyri tølini. Hví fara tey ungu? Hvat hendir, meðan tey eru uttanlands? Og nær og hví taka tey avgerðina um at koma aftur ella verða verandi?

Knapt 1.800 hava svarað

Eitt serligt við verkætlanini er, at granskararnir kunnu knýta saman skrásettar upplýsingar úr Føroyum og Danmark. Tað ger tað møguligt at fylgja fólki tvørtur um landamørkini.

Harumframt hava knapt 1.800 føroyingar svarað fyrstu spurnakanningini. Góð 3.000 fólk vórðu spurd, og svarprosentið var 59.

Spurningarnir snúgva seg millum annað um møguleikar í Føroyum og Danmark og týdningin av løn, arbeiði, maka, familju og vinum. Fólk eru eisini spurd, hvussu sannlíkt tey halda tað vera, at tey flyta heimaftur innan eitt ávíst áramál.

Í vetur fara granskararnir harumframt undir samrøður við føroyingar í Danmark fyri at fáa størri innlit í, hvussu tey sjálv grundgeva fyri sínum avgerðum.

Kvinnurnar verða oftari verandi

Ein partur av kanningini snýr seg um munin millum kvinnur og menn. Fleiri kvinnur enn menn flyta av landinum og venda ongantíð heimaftur.

– Vit vilja fegin finna útav, um grundgevingarnar hjá kvinnum og monnum fyri at fara av landinum ella at koma heimaftur eru ymiskar, sigur Tróndur.

Í Føroyum eru knapt 2.500 færri kvinnur enn menn. Men Tróndur vísir á, at vaksandi munurin seinastu árini fyrst og fremst stavar frá, at fleiri menn eru komnir til Føroya at arbeiða. Hann er sostatt ikki í sjálvum sær tekin um, at lutfalsliga fleiri kvinnur nú fara ella velja at verða verandi uttanlands.

Skulu skapa vitanina

Granskararnir fara eisini at kanna, um broytingar í føroyska samfelagnum kunnu hava ávirkað avgerðirnar hjá teimum ungu. Eitt dømi er, at útbúgvingartilboðini á Setrinum eru vorðin fleiri. Onnur eru broytingar á arbeiðsmarknaðinum og í vinnuni.

Verkætlanin væntast at verða liðug í 2028. Málið er at skapa álítandi vitan, sum kann brúkast, tá avgerðir skulu takast. Sjálvar loysnirnar skulu onnur finna, leggur Tróndur dent á.

– Okkara uppgáva er at skapa vitanina og at syrgja fyri, at hon er álítandi.

Les alla samrøðuna við Trónd Møller Sandoy í Sosialinum hetta vikuskiftið, har eitt 28 síður stórt eykablað er um vísindi og gransking í sambandi við Vísindavøku. Blaðið verður at fáa í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu lesa blaðið á www. sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

23 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

5 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Í gjár kl. 18:54

Sløkkiliðsfólk heiðrað

8 tímar síðan

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

11 tímar síðan

B68 hevur sett nýggjan venjara

21 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Árni hevur skrivað undir nýggjan sáttmála

1 tími síðan
Fótbóltur

Veðrið argar fótbóltin

1 tími síðan
Tíðindi

Verri PISA-úrslit fáa Norðurlond at leita eftir felags loysnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Dalstunnilin kostaði 180 mió – leistur brúkast í Tjørnuvík

3 tímar síðan
Tíðindi

Almennur fundur á Skúlatrøð um Føroyar á tjóðskaparleið

3 tímar síðan
Tíðindi

Løkke varliga bjartskygdur um avtalu við USA um Grønland

4 tímar síðan
Tíðindi

Eykajáttan til Skúlan á Trøðni alt fyri eitt

4 tímar síðan
Tíðindi

Serfrøðingur: Vita vit um serligu skúlatilboðini virka?

4 tímar síðan
Tíðindi

Systir Harald kong av Noreg deyð – gjørdist 94 ár

5 tímar síðan
Tíðindi

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

5 tímar síðan
Tíðindi

Jacob Vestergaard: Vert at kanna møguleikarnar fyri rúmdarvinnu í Føroyum

5 tímar síðan
Tíðindi

Mars, Rúmdin  og Spaceport Nordoyggjar

6 tímar síðan