info
Ongi úrslit

Verri PISA-úrslit fáa Norðurlond at leita eftir felags loysnum

Næmingar í Norðurlondum fáa verri úrslit í lesing og støddfrøði. Í Íslandi røkka bert 56 prosent grundleggjandi lesiførleikum, og í Danmark er lesiúrslitið fallið 29 stig síðan 2022. Nú skal ein felags norðurlendsk verkætlan kanna, hvussu gongdin kann vendast.

Eirikur Lindenskov
1 tími síðan

Afturgongdin í PISA-kanningunum elvir til stúran í Norðurlondum. Sambært Norðurlendska ráðharraráðnum hava Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki øll skrásett síni higartil lægstu úrslit í lesing og støddfrøði.

Nýggju úrslitini úr PISA 2025 vórðu almannakunngjørd 8. september. Tey vísa, at negativa gongdin, sum hevur merkt seinastu árini, heldur fram.

Longu í 2024 fekk Norðurlendska ráðharraráðið til uppgávu at kanna orsakirnar til afturgongdina og finna møguleikar fyri felags átøkum. Tað skrivar ráðharraráðið á heimasíðu síni.

Stór afturgongd í Danmark

Sambært yvirlitinum hjá ráðharraráðnum eru donsku úrslitini fallin 29 stig í lesing, 18 stig í støddfrøði og 16 stig í náttúruvísindum samanborið við PISA 2022.

Danmark liggur tó framvegis oman fyri OECD-miðalin í støddfrøði og um miðalin í lesing og náttúruvísindum.

Fakliga støðið hjá donskum næmingum er versnað munandi síðan 2015. Sambært ráðharraráðnum metir OECD, at afturgongdin í lesing og støddfrøði hetta tíðarskeiðið svarar til umleið hálvtannað til tvey ára læring.

Finnland best – Ísland hevur stórar avbjóðingar

Finnland hevur bestu úrslitini av teimum fimm norðurlendsku londunum í øllum trimum fakøkjunum og liggur framvegis oman fyri OECD-miðalin.

Men eisini har er afturgongd. Síðan 2022 eru úrslitini fallin 16 stig í lesing, 15 stig í støddfrøði og sjey stig í náttúruvísindum.

Í Íslandi eru úrslitini í lesing og støddfrøði eisini versnað. Landið liggur undir bæði OECD-miðalinum og hinum norðurlendsku londunum.

Bert 56 prosent av íslendsku næmingunum røkka nú grundleggjandi lesiførleikum. Í 2015 var talið 78 prosent.

Ísland fær hinvegin góð úrslit, tá hugt verður at áhaldni hjá næmingunum og sosialum sambondum í skúlanum.

Noreg undir miðalinum í øllum trimum fakum

Í Noregi er lesiúrslitið fallið 24 stig og úrslitið í støddfrøði 17 stig síðan 2022. Náttúruvísindi eru á umleið sama stigi sum seinast.

Noreg liggur nú undir OECD-miðalinum í øllum trimum fakøkjunum fyri fyrstu ferð síðan 2006.

Í Svøríki er afturgongdin 21 stig í lesing og 18 stig í støddfrøði. Broytingin í náttúruvísindum er ikki hagtalsliga signifikant. Svøríki liggur um OECD-miðalin í øllum trimum fakøkjunum, sambært norðurlendska yvirlitinum.

Skulu kanna orsakirnar

Norðurlendska verkætlanin, sum nevnist NEP, skal savna serfrøðingar og fólk úr útbúgvingargeiranum um at kanna orsakirnar til afturgongdina. Londini skulu eisini samanbera royndir og broytingar í skúlaverkunum.

Universitetið í Gøteborg er farið undir fyrstu kortleggingina. Síðani verða úrslitini viðgjørd í londunum og í felags norðurlendskum kjaki.

Karen Ellemann, aðalskrivari í Norðurlendska ráðharraráðnum, lýsir gongdina sum stúranarverda. Hon leggur dent á tørvin á felags vitan, sum kann brúkast til at styrkja læringina og fakligu menningina hjá næmingunum.

Endaligu niðurstøðurnar væntast síðst í 2027 ella fyrst í 2028. Verkætlanin skal eisini geva tilmæli um framtíðar útbúgvingarpolitikk, upplýsir ráðharraráðið.

Føroyar hava eisini PISA-úrslit

Føroyar eru ikki við sum sjálvstøðug eind í altjóða OECD-yvirlitinum, men føroyskir næmingar hava luttikið í PISA-kanningum, og úrslitini eru almannakunngjørd í føroyskum frágreiðingum.

Í PISA 2022 fingu Føroyar 446 stig í støddfrøði. Tað var ein afturgongd upp á 45 stig samanborið við 2018, sambært Próvstovuni.

Hetta er PISA

PISA stendur fyri Programme for International Student Assessment og er altjóða kanningin hjá OECD av førleikum hjá 15 ára gomlum næmingum.

Kanningin metir um, hvussu væl næmingarnir megna at brúka sína vitan og sínar førleikar í lesing, støddfrøði og náttúruvísindum. Í 2025 vóru náttúruvísindi høvuðsøkið.

Fleiri enn 760.000 næmingar úr 91 londum og búskaparøkjum luttóku. Teir umboða umleið 33 milliónir 15 ára gomul.

Sambært OECD hevur miðalúrslitið hjá limalondunum ongantíð verið lægri í teimum trimum fakøkjunum. Felagsskapurin leggur samstundis dent á, at hugurin at læra, kenslan av at hoyra til í skúlanum og stuðul frá lærarum og familju eisini hava týdning fyri, hvussu næmingarnir megna seg. Tað sæst í PISA-frágreiðingini fyri 2025.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Tingfundur 10.09.26

22 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

4 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

23 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

7 tímar síðan

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

11 tímar síðan

B68 hevur sett nýggjan venjara

20 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Árni hevur skrivað undir nýggjan sáttmála

20 minuttir síðan
Fótbóltur

Veðrið argar fótbóltin

50 minuttir síðan
Tíðindi

Dalstunnilin kostaði 180 mió – leistur brúkast í Tjørnuvík

2 tímar síðan
Tíðindi

Almennur fundur á Skúlatrøð um Føroyar á tjóðskaparleið

3 tímar síðan
Tíðindi

Løkke varliga bjartskygdur um avtalu við USA um Grønland

3 tímar síðan
Tíðindi

Eykajáttan til Skúlan á Trøðni alt fyri eitt

3 tímar síðan
Tíðindi

Serfrøðingur: Vita vit um serligu skúlatilboðini virka?

3 tímar síðan
Tíðindi

Systir Harald kong av Noreg deyð – gjørdist 94 ár

4 tímar síðan
Tíðindi

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

4 tímar síðan
Tíðindi

Jacob Vestergaard: Vert at kanna møguleikarnar fyri rúmdarvinnu í Føroyum

4 tímar síðan
Tíðindi

Mars, Rúmdin  og Spaceport Nordoyggjar

5 tímar síðan
Tíðindi

Ólavur Olsen nýggjur leiðari í Tórshavnar Musikkskúla

5 tímar síðan