info
Ongi úrslit

Atlantsflog á sølulista til 165 ferðamál saman við KLM

info
Eirikur Lindenskov
15. januar 2019 kl. 09:21
KLM og Atlantic Airways hava skrivað undir eina CodeShare avtalu. Talan er um nýtt, slóðbrótandi samstarv í føroyskum høpi, tí tað merkir, at fleiri av høvuðsrutunum hjá Atlantic Airways fara, umframt egin flognummur, eisini at bera KLM-flognummur og harvið kunnu ferðafólk úr øllum heiminum ferðast allan vegin til Føroyar við KLM. Avtalan inniber harvið eisini, at Føroyar eru settar á sølulistan á øllum 165 ferðamálunum hjá KLM um allan heim. – Vit eru sera fegin í dag, tí hendan slóðbrótandi avtalan er eitt úrslit av miðvísum arbeiði gjøgnum longri tíð. Atlantic Airways arbeiðir áhaldandi við at knýta Føroyar nærri umheiminum, og hendan avtalan er eitt stórt fet rætta vegin. KLM er eitt av størstu altjóða flogfeløgunum, og við avtaluni knýta vit Føroyar upp í hetta risa netverkið, sum KLM hevur og gera harvið vøkru, fjarskotnu oyggjar okkara meiri atkomuligar enn nakrantíð fyrr, og tí er hetta eitt slóðbrótandi fet á leiðini í menningini av Føroyum sum ferðavinnulandi,” sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. KLM, sum hevur høvuðssæti í Hollandi, er eitt tað elsta og størsta flogfelagið í heiminum. – Vit eru sera fegin um at víðka tað frammanundan góða samstarvið við Atlantic Airways og á tann hátt styrkja okkara norðurlendska netverk. Hendan nýggja avtalan fer at geva okkara ferðandi nógv meira smidleika, sigur. Anita Wagner Feddersen, stjóri fyri AirFrance KLM í Danmark og Íslandi. Avtalan kemur í gildi 24. januar 2019.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

14 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

17 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nato ávarar Russland

4 minuttir síðan
Fótbóltur

Sjey stig til NSÍ og eitt stig til Skála ÍF

10 minuttir síðan
Tíðindi

Smyril kann enda á Sundi

27 minuttir síðan
Tíðindi

Oljan ein ógvuliga tungur postur fyri navigatørarnar

1 tími síðan
Tíðindi

Setið í verk fíggj­ar­pol­it­isk reglu­verk sum munar

1 tími síðan
Fótbóltur

B36 fekk fulla úrtøku móti AB

1 tími síðan
Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

1 tími síðan
Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

2 tímar síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

2 tímar síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

3 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

3 tímar síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

4 tímar síðan