Ferð er aftur komin á fólkavøksturin í Føroyum. Tann 1. september búðu 55.640 fólk í landinum – 894 fleiri enn eitt ár frammanundan.
Tað vísa nýggj hagtøl frá Hagstovuni.
Vøksturin er 1,6 prosent og trífalt so stórur sum í undanfarna tíðarskeiði. Sambært Hagstovuni eru seks ár síðani, at fólkatalið seinast vaks so nógv.
Serliga flytingarnar millum Føroyar og útlond gera mun. Seinasta árið fluttu 699 fleiri fólk til Føroya enn úr Føroyum. Henda nettoflytingin er nærum seksfaldað: Bæði flyta fleiri higar og færri av landinum.
Burðaravlopið – munurin millum fødd og deyð – var 195 fólk. Flytingarnar standa sostatt fyri nærum fýra fimtingum av fólkavøkstrinum.
191 fleiri á Argjum
Størsti vøksturin í tali var í Tórshavnar kommunu. Á Argjum løgdust 191 fólk afturat, ein vøkstur á 7,5 prosent.
Runavíkar kommuna hevði næststørsta vøksturin við 160 fólkum, svarandi til 3,6 prosent.
Men framgongdin er ójøvn. Í Tvøroyra kommunu minkaði fólkatalið við 29 fólkum. Tað er størsta afturgongdin millum kommunurnar.
Tølini vísa sostatt bæði økta ferð á fólkavøkstrinum og munandi munir millum støðini í landinum.