info
Ongi úrslit

Smyril kann enda á Sundi

Gongur tað, sum landsstýrismaðurin vil, so kann Tórshavnar havn ikki tryggja Smyrli fast pláss í Havn. Eitt álvarsligt álitisbrot tykist vera millum kommununa og landsstýrið

Eirikur Lindenskov
12. oktober 2026 kl. 14:28

– Tað kostar at veita skipum tænastu í Tórshavnar havn. Og verður tað soleiðis, at landið ikki vil rinda fyri hesar tænastur, so kann Tórshavnar havn ikki tryggjað skipunum fast pláss í Havn.

Tað sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, nú býráðið er kallað saman til fundar í dag klokkan 16:30 at viðgera íkomnu støðuna, nú landsstýrið ætlar at frítaka skipini hjá landinum fyri havnargjald, brúgvagjald og vørugjald.

Havnarnevndin hjá Tórshavnar býráð hevur havt fund í morgun og hevur samtykt eitt skriv, sum verður lagt fyri býráðsfundin til støðutakan og umrøðu, sigur Heðin Mortensen, sum er formaður í Havarnevndini. Hann vísir eins og borgarstjórin á, at Tórshavnar havn ikki kann tryggja skipum fast pláss, um tey ikki vilja rinda fyri tænastuna.

– Tórshavnar havn hevur altíð tvey pláss klár til Smyril, tí umstøðurnar kunnu gera, at hann ikki fær lagt at á fasta plássinum. Somuleiðis hevur skipið til Nólsoyarleiðina eisini tryggjað fast pláss, sigur hann.

Elsa Berg, borgarstjóri, og Heðin Mortensen, formaður í Havnarnevndini vísa, at ein sáttmáli er millum Tórshavnar havn og strandferðsluna um hesi viðurskifti.

Og tann sáttmálin gongur ikki út á nýggjárinum, sigur Elsa Berg.

Hon vónar sum vera man ikki, at hetta uppskotið frá landsstýrismanninum verður samtykt í Løgtinginum, men vísir á, at tað er lagt fram, tað hevur verið til viðgerar í landsstýrinum, so hon kann ikki gera annað enn taka tað í álvara.

– Men óansæð um hetta verður samtykt ella ikki, so er hetta ein álvarsligur smeitur fyri samstarvið millum Tórshavnar býráð og landsstýrið, sigur hon.

– Hevur hevur einki – slett einki – samskiftið verið millum partarnar. Ikki so frægt sum ein sms'ur ella teldupostur um málið, sum heldur ikki hevur verið til hoyringar, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.

Men Tórshanvar býráð hevur kortini gjørt eitt hoyringsskriv, sum tey hava sent øllum løgtingslimum.

Málið kemur sum nevnt fyri á býráðsfundi í Havn, sum verður klokkan 16:30. Fundurin verður stroymdur her.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

14 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

17 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Sjey stig til NSÍ og eitt stig til Skála ÍF

4 minuttir síðan
Tíðindi

Oljan ein ógvuliga tungur postur fyri navigatørarnar

57 minuttir síðan
Tíðindi

Setið í verk fíggj­ar­pol­it­isk reglu­verk sum munar

1 tími síðan
Fótbóltur

B36 fekk fulla úrtøku móti AB

1 tími síðan
Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

1 tími síðan
Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

1 tími síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

2 tímar síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

3 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

3 tímar síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

4 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

4 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

4 tímar síðan