Ovasti hernaðarligi leiðarin hjá Nato í Evropa, generalurin, Alexus G. Grynkewich, kom við einari greiðari ávaring til Russland á dagsins trygdarráðstevnu í Warszawa í dag.
- Nato hevur ikki onnur mál og ambitiónir enn at verja Nato-íbúgvar og at verja okkara landaøkir, segði hann.
Men, generalurin legði eisini aftrat:
- Deildirnar hjá Nato fara at oyðileggja "alt og einhvønn", sum er partur av einum álopi, um nakar er nóg býttur, sum hann tók til, at leypa á landaøkir hjá verjusamgonguni.
Adressan i røðu hansara var í hesum sambandi russiski høvuðsstaðurin, Moskva.
Alexus G. Grynkewich legði aftrat, at ábyrgdin fyri at økja um spenningin heilt og fult hvílir á áleyparanum.
- Stutt sagt fara vit at syrgja fyri, at eitt og hvørt álop á ein av okkara sameindu verður púrasta nyttuleyst.
Generalurin legði aftrat, at eingin eigur at seta spurnartekin við skyldurnar hjá USA til verjusamgonguna, Nato.