info
Ongi úrslit

Oljan ein ógvuliga tungur postur fyri navigatørarnar

- Um manningin eitt nú rindar einar 5000-6000 krónur í oljuútreiðslum fyri ein túr, sum varar einar 5-8 dagar, so noyðast limirnir hjá okkum at falda hetta tal við hálvum øðrum ella tvey, sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag

Vilmund Jacobsen
12. oktober 2026 kl. 13:52

Í sáttmálanum millum Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag er oljan ein partur, sum manningin tekur lut í, tá ræður um partar av fiskiskipaflotanum.

Nú oljan er dýr, er hetta ein ógvuliga stórur og tungur postur, sum eisini hevur stóra ávirkan á avrokningarnar - ikki minst hjá limunum í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.

Nýggja royndin at fáa ein sáttmála í lag millum navigtørarnar og reiðarafelagið bar ikki á mál, og spurnigurin er nú, hvat næsta stigið verður.

- Vit hava roynt at fáa eina munagóða broyting á tí økinum, segði formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Annfinnur Garðalíð, við KvF um dagarnar.

Hann ásannaði, at tað fyriliggur ein avtala millum partarnar um, at tá oljan fer uppum eitt ávíst krónutal, so luttekur manningin í oljuútreiðslunum.

- Men, fyri okkara viðkomandi er tað soleiðis, at vit luttaka ikki bara í einum parti, men vit luttaka eisini í øllum eykapørtum, sum okkara limir fáa.

Annfinnur Garðalíð vísti á, at um manningin eitt nú rindar einar 5000-6000 krónur í oljuútreiðslum í ein túr, sum varar einar 5-8 dagar, so noyðast limirnir hjá honum at falda hetta við hálvum øðrum ella tvey.

- So, hetta eru ógvuliga stórar útreiðslur fyri okkara limir - ja, tær eru heilt ekstremar, nú oljan er so dýr, og hetta vilja vit broyta.

Formaðurin í FSN sigur, at oljuútreiðslurnar eru ein stórur knútur í trætuni millum Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag.

- Her eru eisini nøkur onnur ting, og eg vil ikki kalla tey smáting, tí her snýr tað seg eisini um prinsippir, men oljan er ein alvorligur knútur, ásannar formaðurin.

Men, hvussu langt standa partarnir so frá hvørjum øðrum í løtuni?

- Tað veldst um eygað, sum sær. Nøkur ting eru fingin uppá pláss. Vit eru eisini samdir um viðurskiftini við nýggju trolarunum, sum skulu frysta.

Annfinnur Garðalíð sigur, at um tann samlaði pakkin ikki er upp á pláss - ja, so fellur alt til jarðar, sum formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag tekur til.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

14 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

16 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Smyril kann enda á Sundi

8 minuttir síðan
Tíðindi

Setið í verk fíggj­ar­pol­it­isk reglu­verk sum munar

51 minuttir síðan
Fótbóltur

B36 fekk fulla úrtøku móti AB

1 tími síðan
Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

1 tími síðan
Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

1 tími síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

2 tímar síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

2 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

3 tímar síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

3 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

4 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

4 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

4 tímar síðan