info
Ongi úrslit

Avlýsa konsertir hjá Joe & The Shitboys í Danmark

Hendingin á einari konsert í Leeds í Onglandi í oktober fær nú avleiðingar fyri føroyska punkbólkin Joe & The Shitboys. Tvær konsertir í Danmark eru sambært donskum miðlum avlýstar.

Eirikur Lindenskov
27. november 2026 kl. 13:31

Føroyski punkbólkurin Joe & The Shitboys skuldi spæla á spælistaðnum Phono í Aarhus 2. desember og á Loppen á Christiania í Keypmannahavn 3. desember.

Men nú eru báðar konsertirnar avlýstar.

Tað skrivar danski miðilin B.T. við upplýsingum frá Aarhus Stiftstidende, sum hevur fingið avlýsingarnar váttaðar frá bookingfelagnum Outofofficecph.

Orsøkin er ein hending á einari konsert í Leeds í Onglandi 8. oktober, har forsangarin Fríði Djurhuus kom í stríð við eina kvinnu millum áhoyrararnar.

Klandur um fosturtøku

Sambært bretska tónleikamiðlinum Far Out, sum var til staðar á konsertini, byrjaði ósemjan, tá Fríði Djurhuus tosaði um fosturtøku.

Hann skal hava sagt, at fosturtøka ikki var lóglig í Bretlandi, og at kvinnur bert undir ávísum umstøðum kundu fáa fosturtøku.

Ein kvinna millum áhoyrararnar mótmælti hesum og fór upp á pallin fyri at rætta forsangaran.

Sambært Far Out endaði ósemjan við, at Fríði Djurhuus skumpaði kvinnuna. Seinni, tá kvinnan aftur mótmælti, skal hann hava biðið hana halda kjaft og hótt við at sláa hana niður.

Konsertin varð síðani steðgað.

Fríði hevur biðið um umbering

Fríði Djurhuus hevur áður sagt við Frihedsbrevet, at frágreiðingin hjá Far Out ikki samsvarar við hansara uppliving av hendingini.

Hann sigur, at kvinnan misskilti hann, fór upp á pallin og tók eina mikrofon, men ikki vildi fara aftur av pallinum, hóast hann fleiri ferðir royndi at fáa hjálp frá starvsfólkunum.

Hann viðgongur tó, at hann hótti kvinnuna, og at tað var skeivt av honum.

Fríði Djurhuus hevur biðið um umbering og sagt, at hann angraði sín máta at handfara støðuna uppá.

Hann hevur eisini lagt dent á, at hann tekur undir við kvinnurættindum og fríari fosturtøku.

Fleiri avlýsingar

Hendingin í Leeds fekk longu avleiðingar í oktober.

Tá vórðu konsertir hjá Joe & The Shitboys í Manchester og Glasgow avlýstar, og bólkurin varð eisini tikin av skránni til fleiri konsertir hjá bretska bólkinum Heavy Lungs í Fraklandi.

Nú eru so eisini ætlaðu konsertirnar í Aarhus og Keypmannahavn avlýstar sambært donsku miðlunum.

Joe & The Shitboys hava annars havt stóran altjóða framgang. Bólkurin hevur millum annað spælt saman við Iggy Pop og fekk fyrr í ár Ársins útflutningsvirðisløn á Faroese Music Awards.

Konsertin á Loppen sæst ikki longur á dagførdu skránni hjá spælistaðnum, hóast hon framvegis stendur í summum øðrum konsertyvirlitum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Leinkja til stroyming: Føroyar U19 - Andorra U19

27 minuttir síðan
Tíðindi

SEV vil hækka el­prís­in 18 oyru hjá hús­ar­haldum

44 minuttir síðan
Tíðindi

38 fráboðanir um brek á norskum alibrúkum

1 tími síðan
Tíðindi

Heilsumiðstøðin í Suðuroy verður á Tvøroyri

1 tími síðan
Tíðindi

Størri íløgur og útreiðslur til vælferð í Klaksvík

1 tími síðan
Tíðindi

Birgir Nielsen: – Vit fara ikki uppí uttan at fáa greiða ávirkan

1 tími síðan
Tíðindi

Kaj Leo um at­kom­una í Lista­skála­num: – Vit vilja eisini síggja list

1 tími síðan
Tíðindi

Føroysk jólagudstænasta í Aalborg sunnudagin

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj billøðistøð á Strondum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Frakland sum Føroyar møta 7. desember tapti fyri Týsklandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Elsa Berg hevði ikki tryggjað sær nýggjan meiriluta

3 tímar síðan
Tíðindi

Dronuálop ímóti St. Pætursborg – ein persónur særdur

3 tímar síðan