SEV skjýtur upp at hækka elprísin hjá húsarhaldum við 18 oyrum fyri hvønn kilowattíma næsta ár. Hjá vinnuni er uppskotið at hækka prísin við 22 oyrum fyri hvønn kilowattíma. Tað kom fram í beinleiðis frásøgnini hjá Kringvarpinum av eykaaðalfundinum hjá SEV, sum er á Hotel Føroyum.
In.fo skrivaði í morgun, at ein hækking á 18 oyru svarar til umleið tíggju prosent. Við einari árligari elnýtslu á 6.000 kilowattímar verður meirútreiðslan 1.080 krónur um árið, áðrenn møguligt MVG.
Heldur hækkingina vera ov stóra
Bjarni Prior sigur við Kringvarpið, at hann umboðar bæði borgarar og vinnu í Vága kommunu. Hann tekur ikki undir við uppskotinum, tí hann metir, at hækkingin er ov stór og fær stórar avleiðingar. Hann væntar tó, at uppskotið verður samtykt.
SEV hevur víst á, at prísurin kann lækkast aftur. Bjarni Prior heldur, at SEV sjálvt eigur at bera váðan av teirri óvissuni.
Hjá Hiddenfjord fer uppskotið at hava við sær eina meirútreiðslu á 8,4 milliónir krónur um árið, kom fram í frásøgnini hjá Kringvarpinum. Felagið sigur, at tað kann hava við sær, at aðrar verkætlanir ikki verða settar í gongd.
Elsa Berg heldur, at tað fer at kosta meira at bíða
Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tekur undir við príshækkingini. Hon leggur dent á, at tað er umráðandi, at Føroyar verða sjálvbjargnar við orku, og heldur, at tað fer at kosta meira at bíða.
Umframt fíggjarætlanina fyri 2027 eru uppskot um viðtøkubroytingar, um at umfíggja skuld og um at taka lán á skránni. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni um elprísirnar er enn óváttað.