info
Ongi úrslit

Bíðitíðin og óvissan eru ótolandi

Løgtingsmaður vil nú hava at vita, hvat Jenis av Rana ger fyri at hjálpa føroyingum, sum eru strandaðir uttanlands í koronakreppuni

Áki Bertholdsen
24. juni 2020 kl. 09:58
Hvat gera Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og føroyskir myndugleikar annars, fyri at hjálpa teimum føroyingum, sum eru strandaðir uttanlands, og ikki sleppa heim, nú korona herjar heimin. Tað vil Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin hava greiði á og tí hevur hann nú biðið um eina frágreiðing frá landsstýrismanninum. Jenis av Rana skal fyrst og fremst siga, hvussu nógvar føroyingar, hann veit um, eru strandaðir uttanlands í kjalarvørrinum á korona-kreppuni. Og síðani skal hann greiða frá, hvat hann ger fyri at hjálpa teimum heim, og nær tað er væntandi at teir sleppa heim. Brandur Sandoy vísir á, at nú korona herjar heimin, er støðan rættiliga ógreið, eisini viðvíkjandi tí at ferðast ímillum lond og nógvastaðni eru stórar avmarkingar settar í verk fyri, Eisini føroyingar eru strandaðir uttanlands og sleppa ikki heim og tað er á ongan hátt nøktandi, sigur Brandur Sandoy. Hann sigur, at tað tykist sum um at trupulleikin liggur hjá donskum myndugleikum. Hinvegin hava danskir myndugleikar heitt á danskar ríkisborgarar, sum vóru uttanlands um at koma heim. Og føroyskir  myndugleikar hava eisini staðiliga heitt á allar okkara landsmenn, sum eru uttanlands, um at koma til Føroya undan farsóttini. – Tí er tað løgið, at vit ikki gera meiri fyri at hjálpa hesum fólkum, nú tey kortini ikki sleppa heim til Føroya at verða saman við síni familju og næstringum, sigur Brandur Sandoy. Hann sigur, at bíðitíðin og óvissan eru ótolandi, og tí vil hann hava Jenis av Rana at greiða frá, hvat landsstýrið ger fyri at hjálpa hesum fólkum, sum ikki sleppa heim. Í hesum sambandi skal Jenis av Rana eisini greiða frá um arbeitt verður við tí møguleika at senda Atlantsflog út í heim eftir hesum fólkum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

15 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump leypir á Fox News á valnáttini

2 tímar síðan
Tíðindi

Metir Demokratarnar vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum

3 tímar síðan
Tíðindi

Republikan­ar­ar missa senat­ssess í North Carolina

3 tímar síðan
Fótbóltur

EFL valdi Geza á vikuliðið

4 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

5 tímar síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

6 tímar síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

6 tímar síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

7 tímar síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

8 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

9 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

10 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska tingið samtykt verjuavtaluna við USA

10 tímar síðan