Amerikanski forsetin, Joe Biden, mintist í gjár, at ein millión amerikanarar eru deyðir av covid-19.
Tað sæst á uppslag á twitter-profilinum hjá honum, har tað sæst at Hvítu Húsini flagga á hálvari stong.
– Til minnis um eina syndarliga hending. Eg havi givið boð um, at amerikanska flaggið skal á hálva stong at minnast, at ein millión amerikanarar eru deyðir av covid-19, skrivar forsetin.
Ein loypandi uppgerð frá Jons Hopkins University vísir í nátt okkara tíð, at 999.068 amerikanarar hava latið lív í USA av koronu.
Sambært øðrum uppgerðum, eitt nú frá tíðindastovuni Reuters, fór talið upp um eina millión mikudagin.
Sambært BBC hevði forsetin eisini eina sjónvarpaða minningarrøðu í gjár.
– Ein millión deyð av koronu, ein millión tómir stólar kring døgurðaborðið, øll ein óbøtiligur missur, sigur Biden.
– Hjørtu okkara eru hjá teimum øllum, sum stríðast, sum spyrja sjálvan seg, hvussu koma vit víðari uttan hann, og hvussu koma vit víðari uttan hana?
Amerikonsku statirnir hava ymsar hættir at gera upp koronuandlát, og ikki øll andlátini eru av koronuvirusi.
Fyrsta førið við koronuvirusi í USA varð skrásett 20. januar í 2020 hjá einum manni, sum var komin til Seattle úrWuhan í Kina, har virussjúkan fyrstu ferð var funnin síðst í 2019.
Síðani tá eru skrásettir 82 milliónir tilburðir við koronuvirusi í USA.
Síðani tá eru dagligu smittu- og deyðstølini farin upp og niður. Í januar í 2021 var hægsta dagliga talið av andlátum við umleið 4000 um dagin.
Serfrøðingar halda sambært BBC, at høga talið við koronuadlátum skyldast, at fólk í USA eru ov tjúkk, ovurfylt sjúkrahús og at fleiri fólk eru gomul.
Mississippi er tann staturin, har flestu fólk eru deyð av koronu í mun til fólkatalið. Har doyðu 418 fólk fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.
Staturin Kalifornia hevur hægsta talið av deyðum av koronu – har eru 90.000 deyð, skrivar BBC.
/ritzau/
Biden flaggar við hálvari stong og minnist eina millión koronuandlát Biden flaggar við hálvari stong og minnist eina millión koronuandlát
Í vórðu fløggini á Hvítu Húsunum vundin á hálva stong at heiðra teir amerikanarar, sum doyðu av koronuvirusi.
Eirikur Lindenskov
13. mai 2022 kl. 07:44
Mest lisið hesa vikuna
Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr
Í gjár kl. 00:01
Simme Musikkhús heldur fram
10. oktober kl. 11:24
Vembur og avroð slongd eftir Argjavegnum
Í gjár kl. 21:48
Sjúrður yrkir á Fólkatingi
9. oktober kl. 08:56
Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?
6. oktober kl. 14:56
Veðurstovan um illveðrið mikudagin
16 tímar síðan
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Fleiri spreingingar í Riyadh
4 tímar síðan
Lesarabrøv
Viðmerking til kjak um ferðslulóg í samband við elsúkklur
5 tímar síðan
Tíðindi
Soleiðis er bygdarráðið í Vestmanna skipað
5 tímar síðan
Tíðindi
Rannsakaðu heimið hjá Trump-kritikara: – Eg vil ikki tiga
7 tímar síðan
Tíðindi
Fyrrverandi borgarstjóri er nú varaborgarstjóri í Vestmanna
8 tímar síðan
Fótbóltur
Høvdu vunnið seks av seks dystum - taptu fyri Andorra á fyrsta sinni
9 tímar síðan
Tíðindi
Eyðdis vil hava aldursmark – Jacob hevur ongar ætlanir
9 tímar síðan
Tíðindi
Aksel ætlar ikki at strika toll og avgjøld
10 tímar síðan
Tíðindi
Heystfagnaðarskráin 2026 er tøk
10 tímar síðan
Tíðindi
53 milliónir meira til gransking og menning
10 tímar síðan
Tíðindi
Fyrsta føroyska váðamyndin verður klár í november ella desember
12 tímar síðan
Fótbóltur
Eitt stig til B68 og sjey stig til Víking
12 tímar síðan