info
Ongi úrslit

Aksel ætlar ikki at strika toll og avgjøld

Tollur og avgjøld skulu eftir fíggjarætlanini fyri 2026 geva landskassanum meira enn helvtina av inntøkunum. Ongar ítøkiligar ætlanir eru um at strika gjøldini, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Eirikur Lindenskov
12. oktober 2026 kl. 18:55

Tað verður ikki í løtuni arbeitt við ítøkiligum ætlanum um at strika toll, punktgjøld ella avgjøld í føroysku skatta- og avgjaldslóggávuni.

Tað upplýsir Aksel V. Johannesen í einum svari til ein § 52a fyrispurning frá Bjarna Kárasyni Petersen, løgtingsmanni, um avgjaldsbyrðuna í Føroyum.

Løgtingsmaðurin hevur millum annað spurt, um landsstýrismaðurin ætlar at lækka ella strika toll, punktgjøld ella onnur avgjøld.

Í svarinum, sum er dagfest 12. oktober, vísir landsstýrismaðurin á, at verða gjøld strikað, verður neyðugt at fíggja lættarnar við øðrum inntøkum hjá landskassanum.

Meira enn helvtin kemur frá tolli og avgjøldum

Við svarinum fylgir eitt yvirlit yvir, hvussu stórur partur av inntøkunum hjá landskassanum kemur frá meirvirðisgjaldi, tolli og øðrum avgjøldum.

Sambært játtanini fyri 2026 er samlaði parturin frá avgjøldum og tolli 51,4 prosent. Í 2025 var hann 49,7 prosent og í 2024 50,3 prosent.

Meirvirðisgjaldið er størsti einstaki posturin í yvirlitinum. Tað skal sambært játtanini geva 29,7 prosent av inntøkunum hjá landskassanum í 2026. Tollavgjøld standa fyri 1,2 prosentum og punktgjøld fyri 3,1 prosentum.

Størri partur enn í 1997

Bjarni Kárason Petersen bað um tøl aftur til 1993, men sambært Fíggjarmálaráðnum eru hagtøl tøk frá 1997.

Tað árið komu 37,5 prosent av inntøkunum hjá landskassanum frá avgjøldum og tolli tilsamans. Meirvirðisgjaldið stóð tá fyri 23,5 prosentum, tollavgjøld fyri 0,7 prosentum og punktgjøld fyri 5,9 prosentum.

Fíggjarmálaráðið ger tó vart við, at stórar broytingar í einstøkum árum hava ávirkað lutføllini. Millum annað fekk landskassin eftirgivið 900 milliónir krónur í skuld í 1998, og ríkisveitingin minkaði í 2002.

Tølini vísa sostatt, hvussu inntøkurnar hjá landskassanum eru samansettar. Tey siga ikki í sjálvum sær, hvussu stór avgjaldsbyrðan er hjá einstaka borgaranum.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

19 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

21 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Heystfagnaðarskráin 2026 er tøk

31 minuttir síðan
Tíðindi

53 milliónir meira til gransking og menning

1 tími síðan
Tíðindi

Fyrsta føroyska váða­mynd­in verð­ur klár í nov­em­ber ella desem­ber

2 tímar síðan
Fótbóltur

Eitt stig til B68 og sjey stig til Víking

2 tímar síðan
Tíðindi

Almenn byggisamtykt endurskoðað og góðkend

3 tímar síðan
Tíðindi

SSL skal gjalda: Havnin vil ikki víkja frá avtalu

3 tímar síðan
Tíðindi

SSL-skip skulu ikki frítakast fyri at gjalda

3 tímar síðan
Tíðindi

Nato ávarar Russland

4 tímar síðan
Fótbóltur

Sjey stig til NSÍ og eitt stig til Skála ÍF

4 tímar síðan
Tíðindi

Smyril kann enda á Sundi

4 tímar síðan
Tíðindi

Oljan ein ógvuliga tungur postur fyri navigatørarnar

5 tímar síðan
Tíðindi

Setið í verk fíggj­ar­pol­it­isk reglu­verk sum munar

5 tímar síðan