info
Ongi úrslit

Eyðdis vil hava aldursmark – Jacob hevur ongar ætlanir

Børn og ung undir 18 ár eiga ikki at kunna keypa orkudrykkir, heldur Eyðdis Hartmann Niclasen. Men Jacob Vestergaard sigur nú, at landsstýrið ikki hevur ætlanir um at áseta aldursmark.

Eirikur Lindenskov
12. oktober 2026 kl. 19:45

Tvey svar frá landsstýrisfólkum vísa ymiskar støður til spurningin um aldursmark á orkudrykkjum.

Fríggjadagin skrivaði in.fo, at Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, vil taka málið upp við landsstýrismannin í vinnumálum. Hon heldur ikki, at børn og ung yngri enn 18 ár eiga at kunna keypa orkudrykkir.

Men í einum svari til Steffan Klein Poulsen, løgtingsmann, er boðskapurin frá Jacobi Vestergaard greiður:

– Landsstýrið hevur ikki ætlanir um at áseta aldursmark fyri orkudrykkir.

Svarið er dagfest 10. oktober, dagin eftir svarið hjá Eyðdis Hartmann Niclasen.

Forboð eigur ikki at vera fyrsta loysnin

Steffan Klein Poulsen hevur í einum § 52a fyrispurningi spurt, um landsstýrismaðurin ætlar at seta aldursmark á orkudrykkir. Um ikki, bað hann um eina grundgeving.

Jacob Vestergaard vísir í svarinum á, at vit sum heild eiga at vera afturhaldin við at seta forboð. Eitt forboð eigur eftir hansara tykki ikki at vera fyrsta loysnin, um onnur og minni víðfevnd stig kunnu takast.

Hann heldur, at tað er gott, at brúkarar verða kunnaðir um vandarnar við nýtslu av orkudrykkjum, serliga millum børn og ung.

Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at viðkomandi myndugleikar hava varpað ljós á økið, og at partar av handilsvinnuni sjálvir hava ásett aldursmark fyri keyp av orkudrykkjum.

Eyðdis vil kanna 18 ára aldursmark

Sum in.fo skrivaði 9. oktober, hevur Eyðdis Hartmann Niclasen svarað einum fyrispurningi frá Fíu Selmu Nielsen um sama evni.

Í tí svarinum segði hon, at hon ætlar at samskifta við landsstýrismannin í vinnumálum um átøk, sum kunnu verja børn og ung. Hon nevndi millum annað 18 ára aldursmark, ávaringartekstir og kunnandi átøk.

Hon vísti eisini á, at bæði Heilsustýrið og Heilsufrøðiliga starvsstovan mæla børnum frá at drekka orkudrykkir.

Meðan landsstýriskvinnan í heilsumálum sostatt vil kanna møguleikan fyri einum aldursmarki, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum nú, at landsstýrið ikki hevur slíkar ætlanir.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

20 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

22 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Høvdu vunnið seks av seks dystum - taptu fyri Andorra á fyrsta sinni

2 minuttir síðan
Tíðindi

Aksel ætlar ikki at strika toll og avgjøld

1 tími síðan
Tíðindi

Heystfagnaðarskráin 2026 er tøk

1 tími síðan
Tíðindi

53 milliónir meira til gransking og menning

1 tími síðan
Tíðindi

Fyrsta føroyska váða­mynd­in verð­ur klár í nov­em­ber ella desem­ber

3 tímar síðan
Fótbóltur

Eitt stig til B68 og sjey stig til Víking

3 tímar síðan
Tíðindi

Almenn byggisamtykt endurskoðað og góðkend

4 tímar síðan
Tíðindi

SSL skal gjalda: Havnin vil ikki víkja frá avtalu

4 tímar síðan
Tíðindi

SSL-skip skulu ikki frítakast fyri at gjalda

4 tímar síðan
Tíðindi

Nato ávarar Russland

5 tímar síðan
Fótbóltur

Sjey stig til NSÍ og eitt stig til Skála ÍF

5 tímar síðan
Tíðindi

Smyril kann enda á Sundi

5 tímar síðan