Samlaðu útreiðslurnar til gransking og menning hækkaðu við 53 milliónum krónum frá 2024 til 2025. Tað vísa nýggj tøl hjá Hagstovu Føroya.
Útreiðslurnar svaraðu til 1,3 prosent av bruttutjóðarúrtøkuni, samanborið við 1,2 prosent árið fyri.
Tilfeingisvinnan tekur stórt lop
Størsti vøksturin var í tilfeingisvinnuni, sum fevnir um fiskiveiðu, aling og aðra tilfeingisvinnu.
Her varð granskað og ment fyri 210 milliónir krónur. Tað eru 92 milliónir meira enn í 2024 – ein vøkstur á 78 prosent.
Í tænastuvinnuni minkaðu útreiðslurnar hinvegin við umleið 40 milliónum krónum.
Privatu vinnufeløgini øktu útreiðslurnar við 28 prosentum. Hjá tí almenna og hægri útbúgvingarstovnum undir einum var ein minking á fýra prosent.
Langt frá ES-málinum
ES hevur sett sær sum mál at brúka trý prosent av BTÚ til gransking og menning í 2030.
Skuldu Føroyar rokkið hesum lutfalli í 2025, høvdu útreiðslurnar verið 885 milliónir krónur – nærum hálva milliard meira.
Í árunum 2022–2024 høvdu Føroyar lægstu útreiðslurnar til gransking og menning í Norðurlondum, roknað sum part av BTÚ.
Kelda: Hagstova Føroya.