Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, hevur í einum § 52a fyrispurningi spurt landsstýrismannin, nær fyrsta váðamyndin fyri Føroyar verður almannakunngjørd, og um hon framyvir verður dagførd regluliga.
Í svarinum, sum er dagfest 12. oktober, vísir landsstýrismaðurin til upplýsingar frá Vørn, sum nú umsitur samskipandi tilbúgvingina. Sambært teimum verður fyrsta útgávan klár um mánaðarskiftið november/desember 2026.
Váðamyndin skal lýsa og greina váðar, sum kunnu raka føroyska samfelagið. Endamálið er at geva myndugleikum og øðrum viðkomandi pørtum eitt felags grundarlag fyri at raðfesta tilbúgvingararbeiðið.
Arbeiðið er seinkað
Landsstýrismaðurin staðfestir, at fyrsta útgávan er seinkað í mun til upprunaligu ætlanina. Hann vísir tó á, at arbeiðið longu hevur givið fleiri ítøkilig úrslit.
Millum annað nevnir hann tilmæli um heimatilbúgving frá august 2025 og dagførdar leiðreglur um átaksleiðslu frá november 2025. Arbeiðið hevur eisini lagt lunnar undir eina dagføring av høvuðsætlanini fyri kreppustýring, sum væntandi verður klár um stutta tíð.
Ætlanin er, at Vørn skal dagføra og almannakunngera váðamyndina regluliga og eftir tørvi. Hon skal taka hædd fyri broytingum í váðum, samfelagsviðurskiftum og trygdarstøðuni.
Vil hava Føroyar við á ráðharrastigi
Bjarni Kárason Petersen hevur eisini spurt, um landsstýrismaðurin fer at arbeiða fyri, at Føroyar verða partur av HAGA-samstarvinum á embætismanna- og ráðharrastigi.
Í svarinum verður upplýst, at Føroyar á vári 2026 fingu sjálvstøðugan limaskap í HAGA-samstarvinum á myndugleikastigi. Føroyar taka sostatt nú sjálvstøðugt lut í samstarvinum millum norðurlendsku tilbúgvingarmyndugleikarnar.
Hesin limaskapurin fevnir tó ikki um luttøku á ráðharrastigi.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at hann ynskir at byggja víðari á verandi tilgongd og arbeiða fyri, at Føroyar eisini fáa sjálvstøðuga luttøku á embætis- og ráðharrastigi.