info
Ongi úrslit

BK Häcken tapti eisini annan dystin í Champions League

Jóhanna Fossdalsá kom á vøllin í seinna hálvleiki

Heri Á. Simonsen
30. september 2026 kl. 22:40

Í kvøld spældi liðið hjá Jóhonnu Fossdalsá, BK Häcken annan dystin í Champions League deildarspælinum.

Á heimavølli á Nordic Wellness Arena í Göteborg tapti Häcken 0-3 fyri Juventus.

Tá Jóhanna kom á vøllin í 55. minutti var støðan javnleikur 0-0. Innanfyri ein hálvan tíma skoraði italska liðið tríggjar ferðir.

Juventus hevði bóltin 69 prosent av tíðini, og tær høvdu fleiri royndir innanfyri málrammurnar, og í trimum førum tóku tær av.

Aftaná tveir dystir hevur Häcken framvegis fyrsta stigið til góðar í deildarspælinum.

Komandi sunnudag klokkan 14 hevur Häcken aftur dyst á heimavølli, hesaferð í bestu svensku fótbóltsdeildini. Tá kemur botnproppurin, Uppsala á vitjan.

Häcken er fremst í deildini við 55 stigum, og Hammarby er næstfremst við 50 stigum nú seks dystir eru eftir at leika.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

Í gjár kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Artur verður fíggjarleiðari

25. september kl. 12:41

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Portugal fyrireikar seg uttan Ronaldo

40 minuttir síðan
Fótbóltur

Ronaldo farin úr leguni: Vil seinni siga sannleikan

1 tími síðan
Tíðindi

Fastlæst støða í Svø­ríki: Eing­in vil leiða stjórn­ar­sam­ráð­ingar

1 tími síðan
Tíðindi

Uttanríkis- og fiskimálaráðið frídømt í Hægstarætti

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: EB skelkaði StÍF í høllini við Streymin

1 tími síðan
Hondbóltur

Jana og liðfelagarnir taptu óvæntað fyri botnliði

2 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel var fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið

3 tímar síðan
Tíðindi

Danska húskið eftir kríggið

3 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: U-21 Føroyar-Luksenborg

3 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður eingin finala á Tórsvølli

4 tímar síðan
Tíðindi

Flogfar á veg til Ísraels neyðlendi eftir neyðsignal

5 tímar síðan
Tíðindi

Fólk og dólgar í Karda­mummu­bý­num frum­sýnd 8. oktobur

6 tímar síðan