info
Ongi úrslit
© Jonas Ekströmer/Ritzau Scanpix
Formaðurin í svenska Ríkisdegnum, Andreas Norlén, hevði mikudagin fundir við floksleiðararnar í eini roynd at finna ein nýggjan leiðara fyri stjórnarsamráðingarnar.

Fastlæst støða í Svø­ríki: Eing­in vil leiða stjórn­ar­sam­ráð­ingar

Eingin av svensku floksleiðarunum vil í løtuni átaka sær at skipa stjórn. Ósemja um samstarv millum flokkarnar forðar fyri eini loysn.

Eirikur Lindenskov
30. september 2026 kl. 21:55

Formaðurin í svenska Ríkisdegnum, Andreas Norlén, gjørdi mikudagin enn eina roynd at fáa gongd á stjórnarsamráðingarnar.

Men higartil er eingin framgongd. Eingin floksleiðari er til reiðar at átaka sær uppgávuna at skipa stjórn, skrivar svenska tíðindastovan TT.

Mánadagin boðaði Magdalena Andersson, forkvinna í Socialdemokraterna, frá, at hon gavst við síni roynd.

Hetta hendi, hóast flokkur hennara og hinir flokkarnir á reyðgrøna vonginum fingu ein tepuran meiriluta á ríkisdagsvalinum fyrr í mánaðinum.

Vísa á hvønn annan

Magdalena Andersson heldur nú, at politiski mótstøðumaðurin, Ulf Kristersson, forsætisráðharri og formaður í Moderaterna, eigur at taka yvir.

Men Kristersson vísir á, at Socialdemokraterna, Centerpartiet, Miljöpartiet og Vänsterpartiet hava meiriluta eftir valið. Tí eiga hesir flokkar at royna at skipa stjórn, heldur hann.

Týsdagin segði hann seg tó vera til reiðar, um grundarlag er fyri eini stjórn, sum ikki er sosialistisk.

Ein trupulleiki er, at Centerpartiet hvørki vil samstarva við Sverigedemokraterna á borgarliga vonginum ella við Vänsterpartiet.

Vänsterpartiet krevur ráðharrasessir

Ein svensk stjórn nýtist ikki at hava ein meiriluta aftan fyri seg, men hon kann ikki hava ein meiriluta ímóti sær. Ein minnilutastjórn kann tí vera ein loysn, um nóg nógvir flokkar uttan fyri stjórnina góðtaka hana.

Vänsterpartiet vil tó ikki bara vera stuðulsflokkur hjá eini stjórn á vinstravonginum.

– Sjálvandi skulu vit sita í eini stjórn. Annars ber ikki til at rokna við hesum 30 sessunum, sigur floksforkvinnan, Nooshi Dadgostar, sambært TT.

Hon er opin fyri, at forkvinna Centerpartiets, Elisabeth Thand Ringqvist, roynir at skipa stjórn, hóast Centerpartiet ikki vil í stjórn saman við Vänsterpartiet.

Ringqvist heldur tó ikki, at tað er aktuelt. Hon leggur Vänsterpartiet undir at forða fyri víðari samráðingum.

Centerpartiet vil helst hava eina stjórn á politisku miðjuni við Magdalenu Andersson sum forsætisráðharra.

Åkesson vil hava støðuna greiða

Formaðurin í Sverigedemokraterna, Jimmie Åkesson, mælir til eitt nýtt umfar, har flokkarnir taka støðu til, um teir vilja stuðla Andersson sum forsætisráðharra.

– Tað eigur at henda skjótast gjørligt, so vit kunnu koma víðari í tilgongdini, sigur hann við TT.

/Ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

Í gjár kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Artur verður fíggjarleiðari

25. september kl. 12:41

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Portugal fyrireikar seg uttan Ronaldo

0 minuttir síðan
Fótbóltur

BK Häcken tapti eisini annan dystin í Champions League

15 minuttir síðan
Fótbóltur

Ronaldo farin úr leguni: Vil seinni siga sannleikan

54 minuttir síðan
Tíðindi

Uttanríkis- og fiskimálaráðið frídømt í Hægstarætti

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: EB skelkaði StÍF í høllini við Streymin

1 tími síðan
Hondbóltur

Jana og liðfelagarnir taptu óvæntað fyri botnliði

2 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel var fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið

2 tímar síðan
Tíðindi

Danska húskið eftir kríggið

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: U-21 Føroyar-Luksenborg

3 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður eingin finala á Tórsvølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Flogfar á veg til Ísraels neyðlendi eftir neyðsignal

5 tímar síðan
Tíðindi

Fólk og dólgar í Karda­mummu­bý­num frum­sýnd 8. oktobur

5 tímar síðan