info
Ongi úrslit
© Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix
41 ára gamli Cristiano Ronaldo fór mikudagin frá landsliðsvenjingini í Parkini stutt eftir, at hann var komin.

Portugal fyrireikar seg uttan Ronaldo

Cristiano Ronaldo er farin úr landsliðsleguni undan dystinum móti Danmark. Hann sigur seg seinni fara at greiða frá orsøkini.

Eirikur Lindenskov
30. september 2026 kl. 22:55

Portugal heldur fram við fyrireikingunum til Nations League-dystirnar móti Danmark og Noregi uttan Cristiano Ronaldo.

Portugisiska fótbóltssambandið váttar á heimasíðu síni, at 41 ára gamli áleyparin er farin úr landsliðsleguni. Hinir 24 spælararnir fyrireika seg framvegis til dystin í Parkini hósdagin og heimadystin móti Noregi sunnudagin.

– Øll landsliðsferðin hevur framvegis fult fokus á komandi uppgávurnar hjá landsliðnum og á at røkka ásettu málunum, skrivar sambandið.

Skuldi ikki byrja inni

Ófriðurin tók seg upp mikudagin, tá Ronaldo fór avstað frá ætlaðu venjingini í Parkini. Hann varð koyrdur burtur í bili, og umleið ein tíma seinni frættist, at privatflogfar hansara var á veg til Danmark.

Landsliðsvenjarin Jorge Jesus hevði annars júst sagt á tíðindafundi, at Ronaldo fór at venja við liðnum. Hann gjørdi samstundis greitt, at áleyparin ikki skuldi byrja inni móti Danmark.

Jesus legði eisini dent á, at tað er hann, sum setur liðið.

– Ronaldo skal ongantíð broyta mínar ætlanir. Sigi eg, at hann ikki skal inn, so kemur hann ikki inn, segði venjarin.

Hann vísti samstundis aftur, at Ronaldo hevði noktað at venja undan dystinum, hóast hann hevði verið fráverandi. Sambært venjaranum hevði Ronaldo tvørturímóti víst forstáilsi fyri tí leikluti, hann fór at fáa.

Vil seinni greiða frá

Í kvøld váttaði Ronaldo sjálvur á Instagram, at hann var farin úr leguni.

– Eftir tíðindafundin hjá landsliðsvenjaranum og eina samrøðu við forsetan í portugisiska fótbóltssambandinum havi eg gjørt av at fara úr landsliðsleguni, skrivaði hann.

Hann gav onga nærri frágreiðing um orsøkina, men boðaði frá, at hon kemur seinni.

– Tá tíðin er komin, fari eg at siga øllum portugisum sannleikan um orsøkirnar til, at eg eri farin frá landsliðnum, sum eg altíð havi givið meg fult og heilt fyri.

Ronaldo endaði við at ynskja Portugal og øllum liðfeløgunum góða eydnu.

/Ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

Í gjár kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Artur verður fíggjarleiðari

25. september kl. 12:41

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

BK Häcken tapti eisini annan dystin í Champions League

56 minuttir síðan
Fótbóltur

Ronaldo farin úr leguni: Vil seinni siga sannleikan

1 tími síðan
Tíðindi

Fastlæst støða í Svø­ríki: Eing­in vil leiða stjórn­ar­sam­ráð­ingar

1 tími síðan
Tíðindi

Uttanríkis- og fiskimálaráðið frídømt í Hægstarætti

1 tími síðan
Hondbóltur

SMS: EB skelkaði StÍF í høllini við Streymin

1 tími síðan
Hondbóltur

Jana og liðfelagarnir taptu óvæntað fyri botnliði

2 tímar síðan
Hondbóltur

THW Kiel var fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið

3 tímar síðan
Tíðindi

Danska húskið eftir kríggið

3 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: U-21 Føroyar-Luksenborg

3 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður eingin finala á Tórsvølli

4 tímar síðan
Tíðindi

Flogfar á veg til Ísraels neyðlendi eftir neyðsignal

5 tímar síðan
Tíðindi

Fólk og dólgar í Karda­mummu­bý­num frum­sýnd 8. oktobur

6 tímar síðan