info
Ongi úrslit

SMS: EB skelkaði StÍF í høllini við Streymin

Strandakvinnur hava fingið fyrstu stigini til høldar

Rebekka Justinussen skoraði 11 mál fyri StíF (savnsmynd).
Heri Á. Simonsen
30. september 2026 kl. 21:45

Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í kvøld.

Í høllini við Streymin tók EB móti StÍF. Undan dystinum hevði EB fýra stig og StÍF einki stig. Tí lá favorittleikluturin á EB.

Men StÍF skelkaði EB í fyrra hálvleiki, og í steðginum var StÍF á odda við 11 málum. Tá var støðan 19-8 til StÍF.

EB fótaði sær nakað í seinna hálvleiki, men tær megnaðu bara at pynta um støðuna. Endin var, at StÍF vann 27-22, og fekk fyrsta sigurin og fyrstu stigini til høldar.

Maria Fisker Stokholm var aftur stórskjútti fyri EB í kvøld. Hesaferð skoraði hon 13 av 22 málum hjá liðnum. Tað lá eisini væl fyri hjá veteraninum hjá StÍF, Rebekku Justinussen, ið eisini var stórskjútti í kvøld við 11 málum.

Tað fer at líða væl, at Rebekka fer at runda tey 2.000 málini í bestu hondbóltsdeildini.

H71 er fremst í deildini við seks stigum. Neistin og Stjørnan hava fimm stig hvør. VÍF og EB hava fýra stig hvør, og Kyndil og StÍF hava tvey stig hvør.

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum EB og StÍF:

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

Í gjár kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Artur verður fíggjarleiðari

25. september kl. 12:41

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Ronaldo farin úr leguni: Vil seinni siga sannleikan

29 minuttir síðan
Tíðindi

Fastlæst støða í Svø­ríki: Eing­in vil leiða stjórn­ar­sam­ráð­ingar

34 minuttir síðan
Tíðindi

Uttanríkis- og fiskimálaráðið frídømt í Hægstarætti

44 minuttir síðan
Hondbóltur

Jana og liðfelagarnir taptu óvæntað fyri botnliði

1 tími síðan
Hondbóltur

THW Kiel var fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið

2 tímar síðan
Tíðindi

Danska húskið eftir kríggið

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: U-21 Føroyar-Luksenborg

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður eingin finala á Tórsvølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Flogfar á veg til Ísraels neyðlendi eftir neyðsignal

4 tímar síðan
Tíðindi

Fólk og dólgar í Karda­mummu­bý­num frum­sýnd 8. oktobur

5 tímar síðan
Tíðindi

Samstarv, skynsemi og yvirskot

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit gera tað dýrt fyri okkum sjálvi!

6 tímar síðan