info
Ongi úrslit

Jana og liðfelagarnir taptu óvæntað fyri botnliði

Liðið hjá Maritu Mortensen vann stórsigur

Heri Á. Simonsen
30. september 2026 kl. 20:40

Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg høvdu eina stóra favorittstøðu undan dystinum á útivølli móti Ringkøbing, ið einki stig hevði undan dystinum í kvøld.

Men heimaliðið skelkaði Viborg í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan 21-14 til Ringkøbing. Viborg fekk betri skil á í seinna hálvleiki, men tær megnaðu ikki at minka um munin, og endin var, at Ringkøbing vann dystin 35-28. Avgjørt ein strika í rokningini hjá Viborg.

Jana skoraði fýra mál upp á sjey málroyndir, og hon legði upp til trý mál.

Viborg hevur seks stig fyri fimm dystir.

Tá gekk munandi betri hjá Maritu Mortensen og liðfeløgunum í Nykøbing-Falster. Tær vunnu á heimavølli stórsigur 30-18 á NordVestjysk Elite. Í steðginum var støðan 17-11 til Nykøbing-Falster.

Marita skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir, og hon vann liðnum eitt brotskast.

Nykøbing-Falster hevur eisini seks stig fyri fimm teir fyrstu dystirnar í kappingini.

Fríggjadagin klokkan 17.30 spæla Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Keypmannahavn dyst á útivølli móti Silkeborg-Voel.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

Í gjár kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Artur verður fíggjarleiðari

25. september kl. 12:41

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

THW Kiel var fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið

1 tími síðan
Tíðindi

Danska húskið eftir kríggið

1 tími síðan
Fótbóltur

Myndir: U-21 Føroyar-Luksenborg

1 tími síðan
Fótbóltur

Tað verður eingin finala á Tórsvølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Flogfar á veg til Ísraels neyðlendi eftir neyðsignal

3 tímar síðan
Tíðindi

Fólk og dólgar í Karda­mummu­bý­num frum­sýnd 8. oktobur

4 tímar síðan
Tíðindi

Samstarv, skynsemi og yvirskot

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit gera tað dýrt fyri okkum sjálvi!

5 tímar síðan
Tíðindi

ICES mælir til meira enn tvífalda makrelveiðu

5 tímar síðan
Tíðindi

Russland hóttir Nato við kjarnorkuvápnum

6 tímar síðan
Tíðindi

Avtala um at gera øki í Fuglafirði byggibúgvið

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?

6 tímar síðan