Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vóru í kvøld fyri fyrsta tapinum í týsku Bundesliguni hetta kappingarárið.
Á útivølli mátti Kiel lúta 26-32 fyri verandi meistarunum, SC Magdeburg.
Magdeburg var eisini á odda við seks málum í steðginum. Tá var støðan 15-9.
Elias skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir, og hann legði eisini upp til tvey mál. Sambært hagtølunum var Elias á vøllinum í 20 minuttir og 17 sekund.
THW Kiel er triðfremst í deildini við 11 stigum fyri sjey dystir. SC Magdeburg er nú fremst við 12 stigum.
Komandi leygardag klokkan 17 hevur THW Kiel dyst á heimavølli móti Gummersbach.