Danmark skal ikki spæla móti Cristiano Ronaldo í Nations League-dystinum móti Portugal í morgin.
41 ára gamla fótbóltsstjørnan boðar á Instagram frá, at hann er farin úr landsliðsleguni.
– Eftir tíðindafundin hjá landsliðsvenjaranum og eina samrøðu við forsetan í portugisiska fótbóltssambandinum havi eg gjørt av at fara úr landsliðsleguni, skrivar Ronaldo.
Slapp ikki at byrja inni
Á tíðindafundi í Parkini mikudagin segði landsliðsvenjarin Jorge Jesus, at Ronaldo ikki skuldi byrja inni móti Danmark.
Í seinasta dystinum móti Noregi kom áleyparin als ikki á vøllin, og hann hevur heldur ikki vant við liðnum undan dystinum í Keypmannahavn.
Hetta hevur elvt til gitingar um ósemju millum venjaran og stjørnuspælaran.
Mikudagin segði Jesus, at Ronaldo skuldi venja við í Parkini. Men stutt eftir varð áleyparin sæddur fara avstað í einum svørtum bili, meðan liðfelagarnir fóru undir venjingina.
Umleið ein tíma seinni frættist, at privatflogfar hansara var á veg til Keypmannahavnar.
Boðar frá frágreiðing seinni
Í uppslagnum á Instagram gevur Ronaldo onga nágreiniliga frágreiðing um, hví hann er farin.
– Tá tíðin er komin, fari eg at siga øllum portugisum sannleikan um orsøkirnar til, at eg eri farin frá landsliðnum, sum eg altíð havi givið meg fult og heilt fyri, skrivar hann.
– Nú er tíðin komin at ynskja Portugal og øllum liðfeløgum mínum uttan undantak góða eydnu.
Uppslagið varð deilt við hansara fleiri enn 679 milliónir fylgjarar. Eftir 20 minuttum hevði tað fingið nærum eina millión dámingar.
Óvist um hann kemur aftur
Ronaldo spældi sín fyrsta landsdyst fyri Portugal í 2003 og hevur tilsamans spælt 234 landsdystir.
Við 146 málum er hann tann spælarin, sum hevur skorað flest landsliðsmál nakrantíð.
Enn er óvist, um fyrrverandi Manchester United- og Real Madrid-stjørnan hevur spælt sín seinasta landsdyst.
Fyrr í ár segði Ronaldo tó, at hetta kappingarárið helst verður hansara seinasta.
/Ritzau/