Ferðsluliðið var frá klokkan 8.48 til klokkan 11.55. Tað mesta av eftirlitinum var í Havn, men løgreglan var eisini í Søldarfirði.
Umframt teir tólv bilførararnar, sum brúktu fartelefon, steðgaði løgreglan einum lítlum prutli, sum koyrdi 56 kilometrar um tíman. Eitt slíkt prutl má í mesta lagi koyra 30 kilometrar um tíman.
Ein bilførari varð eisini skrivaður fyri at hava trý slitin dekk.