Fyrra fráboðanin kom til løgregluna um átta tíðina í gjáramorgunin. Stuldurin var framdur dagin fyri og varð avdúkaður við vakmyndatólum. Talan var um sigarettir fyri umleið 900 krónur.
Seinni í gjár fekk løgreglan aftur boð um handilsstuldur í Havn. Tá var sami maður aftur upp á spæl. Hesa ferð hevði hann stolið turran fisk fyri umleið 900 krónur.
Maðurin varð sostatt skuldsettur fyri báðar stuldirnar.