USA leyp í gjár á iransku oynna Qeshm í Hormuzsundinum.
Tað siga ónevnd amerikansk embætisfólk sambært The Wall Street Journal, CNN og tíðindastovuni AP.
Sambært The Wall Street Journal hevur USA í fleiri vikur framt smærri álop á Iran. Álopini eru tilvitað hildin loynilig fyri ikki at geva tekin um, at USA ætlar at taka eina størri hernaðarliga atsókn móti Iran uppaftur.
Í gjár boðaði iranska ríkistíðindastovan Irna frá fleiri spreingingum á Qeshm. Amerikanska hernaðarleiðslan fyri økið, Centcom, hevur fyribils einki sagt.
Fyri stuttum gjørdi amerikanski forsetin, Donald Trump, lítið burtur úr møguleikanum fyri at taka kríggið við Iran uppaftur eftir miðvalið týsdagin.
– Vit hava verið í kríggi við Iran. Vit vunnu. Eg veit ikki eingongd, um tað kann kallast eitt kríggj, tí vit hava ikki verið í bardaga í fleiri mánaðir, segði Trump sambært The Wall Street Journal.
Qeshm liggur í Hormuzsundinum fáar kilometrar frá iranska meginlandinum. Staðsetingin ger oynna hernaðarliga týdningarmikla fyri Iran.
Á oynni eru eisini ein herstøð og undirjarðiskar vápnagoymslur, sum Kollveltingarhirðin ræður yvir.
USA hevur fleiri ferðir lopið á Qeshm undir krígnum millum USA, Ísrael og Iran, sum byrjaði síðst í februar.
Sambært The Wall Street Journal lýsa summi embætisfólk álopið mánadagin sum eitt verjutiltak, ið skal forða Iran í ótarnað at leypa á handilsskip í Hormuzsundinum.
Síðani fyrst í september hava eingi almenn boð verið um stór amerikansk álop á mál á landi í Iran.
Iranski ovasti leiðarin, Mojtaba Khamenei, ávaraði í síðstu viku USA ímóti at taka álopini á landið uppaftur, sambært tíðindastovuni AFP.
Royndirnar higartil at loysa stríðið hava ikki ført til semju.
/ritzau/