info
Ongi úrslit

European Cup: H71 koppaði fjórðfremsta liðnum í Póllandi

Boas Ellefsen á Skipagøtu og Helgi H. Hoydal gingu undan hjá H71

Mynd: Álvur Haraldsen
Heri Á. Simonsen
21. november 2026 kl. 18:45

Í kvøld er stórur fagnaður í Hoyvík. Besta mansliðið hjá H71 hevur fyri løtu síðani í fyrru sekstandapartsfinaluni í European Cup vunnið á pólska liðnum, Rebud KPR Ostrovia Ostrów Wielkopolski sum er fjórðfremst í bestu pólsku hondbóltsdeildini.

Dysturin í Hoyvíkshøllini endaði við 33-31 sigri til H71. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16. Liðini fylgdust til støðuna 23-23. Tá eydnaðist H71 at leggja seg á odda 26-23, og seinni til 31-27. Pólska liðið minkaði um støðuna til 31-30. H71 fekk fótað sær aftur og vann 33-31.

Boas Ellefsen á Skipagøtu og Helgi H. Hoydal gingu undan. Boas skoraði heili 11 mál, og hann legði eisini upp til seks mál. Also samantalt 17 málstig. Helgi skoraði níggju mál, og í tveimum álopsstøðum hjá pólska liðnum vann hann bóltin frá teimum.

Liðini hittast aftur í Hoyvíkshøllini í morgin klokkan 17. Tá er Rebud KPR Ostrovia Ostrów Wielkopolski tekniskt heimalið. Tapir H71 við einum máli, ella fær eitt betri úrslit enn tað vinna teir seg víðari í kappingini. Óannsæð; trýstið er á Rebud KPR Ostrovia Ostrów Wielkopolski.

H71-Rebud KPR Ostrovia Ostrów Wielkopolski 33-31 (16-16) - 1. sekstandapartsfinalan í European Cup

Málskjúttar: Boas Ellefsen á Skipagøtu 11, Helgi H. Hoydal 9, Sofus í Selvindi Nattestad 3, Brian Slyne 3, Høgni Heinason 3, Jónas Fossábrúgv 2, Súni Dalsgaard 1, Peter Krogh 1.

Bjargingar: Torstein Sivertsen 11/29, Tóraldur Kollsker 3/15.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Myndir: H71 - KPR Ostrovia Ostrów

7 minuttir síðan
Hondbóltur

SMS: Stjørnan vann á EB og Kyndil vann á StÍF

10 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj: – Fyri okkum er Putin ein drápsmaður

26 minuttir síðan
Tíðindi

Sámal Mikkel­sen tal­ar á mid­degi – sang­kórið syng­ur á kvøld­møti­num

1 tími síðan
Hondbóltur

Aftaná trý tap á rað kom Skuru á sigursslóðina aftur

1 tími síðan
Tíðindi

Finska verjan: Ukraina stendur helst aftanfyri álopið

1 tími síðan
Tíðindi

Kjartan Johansen stóð fyri 13 málstigum

2 tímar síðan
Tíðindi

Grønland, Danmark og USA skulu hittast um verjuavtaluna í desember

2 tímar síðan
Tíðindi

Maria skoraði og legði upp til 18 mál - Jana syrgdi fyri 10 málstigum

2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Breum: Grøn­land fær stór­an tørv á verju móti USA

3 tímar síðan
Tíðindi

Vejle vann og Vendsyssel FF leikti javnt

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj avtala skal gera tað lættari hjá bretum at selja fisk í ES

3 tímar síðan