Vilhelm Poulsen og liðfelagar hansara í Hannover-Burgdorf kunnu veruliga iðra seg.
Í dysti í týsku Bundesliguni á heimavølli í ZAG Arena í Hannover vóru teir eitt skiftið á odda 27-21 móti Stuttgart, og tá hálvurannar minuttur var eftir av dystinum var Hannover-Burgdorf á odda 34-32. Men teir megnaðu ikki at taka av, og so lá bara eitt stig eftir í Hannover.
Vilhelm hevði ein málmøguleika og hann setti hann í netið. Vilhelm legði eisini upp til eitt mál.
Vilhelm tók nógv tøk í verjuni, og hann fekk eisini tríggjar útvísingar. Klokkan vísti 57:20, tá Vilhelm fekk reyða kortið.