info
Ongi úrslit

BYD Sealion 7: Flottur og væl útgjørdur elbilur 

BYD eru á føroyska marknaðin við elbilum í fleiri støddum og útgávum. Tann nýggjasti er BYD Sealion 7, sum er enn ein av spennandi elbilunum á marknaðinum. Hesin er tann sjeyndi í røðini

Vilmund Jacobsen
2. mai 2025 kl. 15:07

Sealion 7 er eyðkendur av góðum kvaliteti, nógvari útgerð og longum garantii. Tað er ein góð kensla at koyra bilin og hjá teimum ferðandi í bilinum. Øll sita væl og hava gott útsýni.
BYD er mest seldi elbilur í heiminum. Navnið stendur fyri "Build Your Dreams". 

BYD Sealion 7 er ein elegantur bilur við fimm sitiplássum. Stóra aksilfrástøðan ger, at sera gott pláss er í kabinuni.

Viðførisrúmið er 520 litrar.

BYD Sealion 7 fæst sum bakhjólsdrivin og sum 4x4 og í útgávunum Comfort, Design og Excellence, tá hevur hann 530 hk og er sera kvikur, koyrir frá 0-100 km/t upp á 4,5 sekund og upp til 520 km við eini løðing. 
Líkamikið, hvørja útgávu tú velur, so fært tú ein væl gjørdan og væl útgjørdan bil. 

Sum á flestu elbilum er battaríið í botninum á bilinum. Hetta gevur sera góðar og stabilar koyrieginleikar. Eisini er bilurin væl ljóðdoyvdur, og lítið hoyrist til hjólini undir koyring.

Instrumentborðið er smart og er lætt at avlesa hjá bilføraranum. Mitt á instrumentborðinum er ein stórur skíggi, sum kann rotera. Skíggin hevur nógvar eginleikar sum t.d. navigatiónsanlegg, tónleikaanlegg og Spotify-app. Ljóðgóðskan er høg við hátalarum frá Dynaudio.

BYD Sealion 7 er ein sera væl útgjørdur bilur, ið hevur so at siga alt sum standard, eitt nú panorama sóltak, adaptivan fartpilot, klimaanlegg, talgilt instrumentborð eins og trygdarútgerð sum t.d. automatiska neyðbremsu og blindvinkulávaring. 

Designið er smart og nevnist Coupé-SUV – ein sameining av coupé og SUV. Til dømis hellur bakrúturin meira enn á einum vanligum SUV.   

BYD Sealion 7 hevur 6-ára garanti og 8 ára garanti upp á battaríið. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Wenzel. 

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

14 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan vunnu á útivølli

14 minuttir síðan
Fótbóltur

Martin og Áki vóru við til at vinna søguligan sigur hjá Mjällby

34 minuttir síðan
Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

54 minuttir síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

1 tími síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

1 tími síðan
Tíðindi

Fimm starvsdagar á Býarbókasavninum í Havn

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: GOG vann greiðan sigur á Kristianstad (Champions League)

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýtt frá Rana: Vit hava gingið

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Tá pengar tryggja politiskt vald

3 tímar síðan
Tíðindi

Almennur fyrilestur: Málførleikar, integratión og avleiðingar av málroyndum

3 tímar síðan
Tíðindi

Aloma Davidsen in memoriam

4 tímar síðan