Ein dystur er í kvøld leiktur í ovara endaspælinum í Meistaradeildini hjá kvinnum.
Undir Mýruhjalla á Skála vann HB stórsigur 4-0 á Skála ÍF. Í steðginum var støðan 1-0.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki gjørdi heimaliðið sjálvmál. Seinasta hálva tíman øktu Petsy Nielsen, Lilja Højsted og Brá Zakariasardóttir fyri HB.
Skála ÍF-HB 0-4 (0-1)
0-1 sjálvmál (21.)
0-2 Petsy Nielsen (60.)
0-3 Lilja Højsted (61.)
0-4 Brá Zakariasardóttir (86.)
Undan seinasta umfarinum hevur staðfesti FM-vinnarin, KÍ 53 stig. HB hevur 47 stig á øðrum plássinum. Víkingur hevur 31 stig og Skála ÍF hevur 14 stig.
Leygardagin klokkan 13.30 tekur HB móti KÍ, og sama dag hevur Víkingur dyst á heimavølli móti Skála ÍF.
Kelda: dystir.fo