Í kvøld varð grannauppgerð á Vágseiði. Talan var um dystin í 25. umfari, sum leygardagin varð útsettur til í kvøld.
Undan fyrsta bríksli var tað greitt, at FC Suðuroy næsta kappingarár fer at spæla í Meistaradeildini, og at TB framvegis verður partur av 1. deild.
FC Suðuroy er á triðja plássi, og TB er á fimta plássi. Undan grannauppgerðini hevði FC Suðuroy 53 stig, og TB hevði 34 stig.
Dystargongdin og úrslitið sigur, at tað var stórur munur á liðunum. FC Suðuroy var eftir fyrra hálvleik frammanfyri 3-0. Lítla løtu eftir steðgin økti Olivur Renéson Thomsen um munin til 4-0. Harvið varð hann tvífaldur málskjútti, tí tað var Olivur Renéson Thomsen, sum í 13. minutti legði heimaliðið framum 1-0. Í báðum førum var tað liðformaðurin Pætur Augustinussen, sum átti uppleggið. Olivur Renéson Thomsen hevur higartil í ár skorað 15 mál í landskappingini.
20 minuttir vóru farnir, tá ið Dánjal Godtfred økti um munin til 2-0 eftir upplegg frá Emmanuel Sunday Umoh, og lítla løtu undan steðginum varð Dánjal Godtfred tvífaldur málskjútti, tá ið hann økti um munin til 3-0. Tá var tað John Willi Wøldike Leo, sum átti uppleggið. Dànjal Godtfred hevur skorað sjey mál í landskappingini.
Eftir 4-0 málið skifti FC Suðuroy fýra ungar spælarar inn: Jonn Marna Lindenskov, Boga Augustinussen, Daniel Holm og Olivur Joensen.
Hetta var síðsti heimadysturin hjá FC Suðuroy í 1. deild á hesum sinni. Leygardagin verður kappingarárið rundað av í Fuglafirði, og næsta ár fer FC Suðuroy at spæla í Meistaradeildini.
Síðsti dysturin hjá TB í ár verður leygardagin við Stórá í Trongisvági, tá ið aldursforsetin fær vitjan av oddaliðnum B71.