info
Ongi úrslit

Dan og B36 settu KÍ upp á pláss

Løgmanssteypið: Tveir av KÍ profilunum sótu størsta partin av tíðini á beinkinum, tá ið meistararnir vórðu varpaðir úr steypakappingini

Jóannes Hansen
22. apríl 2023 kl. 20:02

Higartil hevur karrieran hjá Dan Brimsvík, sum hevur verið B36 venjari síðani á heysti í 2020, verið eyðkend av, at tað ikki er eydnast at vinna ímóti teimum stóru, sum tað plagar at verða tikið til. Nú er hetta av álvara við at verða broytt. Í fyrsta umfari av landskappingini vann B36 3-0 í Gøtu, og í kvøld hevur B36 við 2-0 heimasigri varpað KÍ úr steypakappingini.

Í gjárkvøldið vann HB eftir longda leiktíð 2-1 ímóti Víkingi, og tað vil siga, at bæði Víkingur og KÍ, sum spældu steypafinalu í fjør, longu eru varpað úr 2023 steypakappingini.

Hannes Agnarsson varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, og hann átti avgerandi leiklut í B36 sigrinum.

Hann legði úr høgru upp til 1-0 málið, tá ið hann smáar tíggju minuttir eftir steðgin sendi av baklinjuni og aftur til Andrass Johansen, sum stýrdi bóltin í handara síðunetið, og hann skoraði seks minuttir seinni og við hælinum 2-0 málið, tá ið Bjarki C. Nielsen í vinstru sneiddi framvið Heina Vatnsdal.

KÍ venjarin Megne Hoseth valdi at halda lyklaspælarunum Odmar Færø og toppskjúttanum Páll A. Klettskarð á beinkinum. Sivert Gussiås var ósjónligur miðframherji, inntil Óli Ey. Poulsen 10 minuttir undan leikloki loysti hann av. Tá ið ein tími var farin, og B36 akkurát hevði økt um munin til 2-0, vórðu Odmar Færø og Páll A. Klettskarð skiftir inn. B36 var síðsta hálva tíman nógv í verjustøðu, og KÍ var ofta í góðum støðum í B36 brotsteiginum. Mattias H. Lamhauge var sera stinnur millum B36 stólparnar, og liðfelagarnir ofraðu seg ferð eftir ferð, tá ið teir blokeraðu til horna og innkast.

Og so hevði B36 risastóran møguleika at økja um leiðsluna í skjótálopi, men innskifti Michal Przybylski valdi sjálvur at royna ímóti málinum heldur enn at spæla til innskifta Aron Knudsen, sum var púra leysur.

 

B36 - KÍ 2-0 (0-0)

1-0: Andrass Johansen

2-0: Hannes Agnarson

Dómari: Eiler Rasmussen

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

19 tímar síðan

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

Í gjár kl. 23:14

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Tað endaði við stórum vónbroti

45 minuttir síðan
Tíðindi

Septembur 2026 – næstan sum hann eigur at vera

2 tímar síðan
Tíðindi

Stella Polaris kappingin hildin í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla

3 tímar síðan
Tíðindi

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

3 tímar síðan
Tíðindi

Meiri ferð á føroyska búskapinum í fjør

4 tímar síðan
Fótbóltur

Heini er millum teir fyrstu ellivu í dag

4 tímar síðan
Tíðindi

Ísland økir alivinnuna við rúkandi ferð

5 tímar síðan
Tíðindi

Marco Rubio: - Ísland er sentralt fyri trygdina her norðuri

5 tímar síðan
Tíðindi

Nærum 2,8 milli­ard­ir í av­lopi á gjalds­javnanum

6 tímar síðan
Fótbóltur

Eyðun kennir seg næstan sum heima

6 tímar síðan
Fótbóltur

Hallur Hansson gevst í fótbólti

7 tímar síðan
Tíðindi

Leiðari settur fyri Ung­dóms­ráð­gev­ing­ina hjá Sinnisbata

7 tímar síðan