info
Ongi úrslit

Eyðun og hansara menn hava kós móti uppflyting

Áki D. Samuelsen skoraði sigursmálið, og málverjin Mattias H. Lamhauge syrgdi fyri, at einki mál fór ígjøgnum

Jóannes Hansen
16. november 2026 kl. 17:12

Føroyar hava við 1-0 sigri á heimavølli ímóti Moldova sett punktum fyri hesi Nations League kappingini. Hetta er fyrsti sigurin hjá Føroyum, sum í øllum hinum fimm dystunum spældu javnt.

Tað er ikki heilt rætt at siga, at Føroyar í dag settu punktum fyri hesi Nations League kappingini. Sigurin í dag ber við sær, at Føroyar endaðu á øðrum plássi í bólkinum, og tað ber við sær, at Føroyar í mars fara at spæla tveir dystir um uppflyting í B deildina. Hvørjum Føroyum fara at spæla ímóti í mars fæst at vita fríggjadagin, tá ið lutakastið verður.

Einasta málið í dag skoraði Áki D. Samuelsen.

Uppspælið til málið vísti væl, hvussu spælið myndaðist. Andrias Edmundsson bjóðaði seg aftur og aftur til í uppspælinum í vinstru, og í hesum førinum var tað ein annar av miðverjunum Odmar Færø, sum var við í uppspælinum í høgru og spældi flatt og neyvt til Adrian Justinussen, sum snilt spældi aftur í høgru, har Áki D. Samuelsen sprintaði framum mótstøðumannin og setti bóltin flatt í netið.

Triðja landsliðsmálið hjá Áka, sum í dag var á liðnum fyri áttandu ferð og av álvara hevur tikið av møguleikanum.

Hetta var í 24. minutti, og tað sá heilt gott út.

Føroyska yvirvágin var stór, og talan var um fleiri støður. Adrian Justinussen langaði til við frísparki úr 30 metrum, og eftir at hann sneiddi seg leysan smekkaði hann til úr 18 metrum og mitt fyri, og málverjin hálvbjargaði soleiðis, sum hann eisini hevði gjørt, tá ið Hanus Sørensen royndi seg úr spískum í vinstru.

Men so við eitt vóru mótstøðumenninir framvið.

Í 34. minutti fyrsta royndin hjá Moldova, men Mattias H. Lamhauge, sum inntil tá hevði verið arbeiðsleysur, vann tvídystin ímóti leysum mótstøðumanni, og Mattias vardi tríggjar ella fýra ferðir so væl, at tað var dystaravgerandi.

Hetta var inngangurin til løtu, tá ið Moldova bjóðaði av frammarlaga á vøllinum, og so gekk nógv fyri seg á føroysku hálvuni. Tíggju minuttir undan steðginum gav Jóannes Bjartalíð fríspark tríggjar minuttir uttanfyri brotsteigin, men tíbetur varð bólturin sendur eitt vet omanfyri føroyska málið. Lítla løtu seinni vann Moldova fríspark frammarlaga í høgru, men føroyingarnir svaraðu aftur við skjótum mótálopi, har Hanus Sørensen rak skjótt fram, og Áki D. Samuelsen og Martin Agnarsson vóru við í vinstru.

Lítla løtu eftir steðgin fingu okkara menn aftur fatur á spælinum, men so var tað, at mótstøðumennnir av álvara kløkkaðu, tá ið Mattias fyrst stórbjargaði skoti frá mótstøðumanni, sum var á rangstøðumarkinum varð spældur leysur mitt fyri, og tá ið tað lítla løtu seinni endaði við fluktskoti úr høgru, men tíbetur fór bólturin omanfyri málið.

Tá ið ein tími var farin, avloysti Jákup Biskopstø á sentrala miðvøllinum Jóannes Bjartalíð, og átta minuttir seinni var tað heilt avgerandi, at tríggir raskir, óførir og ómóðir spælarar, sum vóru púra óimponeraðir komu á vøllin. Viljormur Davidsen avloysti Martin Agnarsson og hevur nú spælt 98 landsdystir, og framrættað í borðunum komu Meinhard E. Olsen og Aron Benjaminsen inn og gjørdu mun.

Moldova spenti álopsbogan, men heimamenninir dugdu at varðveita bóltin frammarlaga á vøllinum, og ikki minst var Aron Benjaminsen eyðsýndur, tá ið hann í høgru krúllaði og sneiddi soleiðis, at tað lætti hjá teimum í verjuni.

-Hetta er stórt, og fyri árið er talan um meiri enn góðkent. Sammett við fyri einum ári síðani, tá ið vit taptu í Kekkia, so er kenslan heilt øðrvísi. Nú gleða vit okkum at spæla um uppflyting í mars. Orkan í tvídystum var framúr, og nú stórfegnast vit. Ikki minst var Mattias H. Lamhauge fínur í málinum, og tað er ikki fyri einki, at hann nú er málverji í bestu norsku deildini, og so mugu vit ikki gloyma at takka áskoðarunum, sum av álvara lyfti okkum upp, sigur Andrias Edmundsson í samrøðu við Trónd Arge í Kringvarpnum.

 

Føroyar – Moldova 1-0 (1-0)

1-0: Áki D. Samuelsen 24.

Føroyar:  Mattias H. Lamhauge – Jann J. Benjaminsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson (Viljormur Davidsen, 78.) – Áki D. Samuelsen (Aron Benjamnsen, 78.), Jóannes Bjartalíð (Jákup Biskopstø, 60.), Géza Dávid Turi, Hanus Sørensen (Meinhard E. Olsen, 78.) – Adrian Justinussen (Petur Knudsen, 78.)

Á beinknum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haralsstovu Petersen, Bárður á Reynatrøð, Mattias Hellisdal, Samuel Johansen Chukwudi, Arnbjørn Svensson, Ási P. Dam, Poul Kallsberg

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

23 tímar síðan

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Her er tann nýggi James Bond

15 minuttir síðan
Tíðindi

Myndir: Áki Samuelsen hevur lagt Føroyar á odda

1 tími síðan
Tíðindi

Lærlingadagur í Tórshavnar kommunu

1 tími síðan
Tíðindi

Rógvi Olavson vart ph.d.-ritgerð um kreppustýringina undir koronufarsóttini

2 tímar síðan
Tíðindi

Fótbóltur: Gera seg klár til landsdystin

2 tímar síðan
Lýsingagrein

Keyp appin ger tað lættari at fara til handils

2 tímar síðan
Fótbóltur

Adrian verður fremsti maður í dag

3 tímar síðan
Fótbóltur

Viljormur og Odmar vóru við í minniliga novembersigrinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Heilsustýrið kannar skíggjanýtslu og heilsu hjá ungum í Føroyum

3 tímar síðan
Tíðindi

Afturbrá 2 – Gamlar myndir úr Norðoyggjum

4 tímar síðan
Tíðindi

Fólk við breki kunnu missa 2.836 krónur um mánaðin

4 tímar síðan
Fótbóltur

Tríggir vilja gerast forseti í Fifa

4 tímar síðan