info
Ongi úrslit

Nations League: Fyrsta tapið hjá Spania í 43 dystum

Frakland og Belgia vunnu seg eisini í fjórðingsfinalurnar

Heri Á. Simonsen
15. november 2026 kl. 22:45

Í kvøld vóru átta dystir leiktir í Nations League. Fýra í deild A og fýra í deild C.

Í bólki 3 í deild A var Spania í Madrid fyri fyrsta tapinum í 43 dystir, tá teir máttu lúta 2-3 fyri Onglandi í bólkafinaluni. Ongland var á odda 3-0. Spania megnaði at minka um munin til 2-3, og Ongland fekk Elliot Anderson vístan av vøllinum. Men onglendingar knógvaðu sigurin og harvið eisini bólkasigurin. Bæði Ongland og Spania vinna seg til fjórðingsfinalurnar.

Í bólki 1 í deild A vunnu Frakland og Belgia seg eisini til fjórðingsfinalurnar. Belgia vann 4-1 heimasigur á Italia, og Frakland vann 2-1 heimasigur á Turkalandi.

HER eru úrslitini, málskjúttarnir og støðurnar:

Deild A bólkur 1:

Belgia-Italia 4-1 (3-1)
0-1 Pio Esposito ('11 )
1-1 Maxim De Cuyper ('15 )
2-1 Nathan Ngoy ('22 )
3-1 Jeremy Doku ('26 )
4-1 Diego Moreira ('80 )

Frakland-Turkaland
1-0 sjálvmál ('49 )
2-0 Eli Kroupi ('80 )
2-1 Abdulkerim Bardakci ('90 )

Frakland vann bólkin við 13 stigum, og Belgia er nummar tvey við 12 stigum. Italia hevur 10 stig, meðan Turkaland endaði kappingina uttan at knógva eitt stig.

Deild A bólkur 3:

Spania-Ongland 2-3 (0-1)
0-1 Harry Kane, br. ('45 )
0-2 Ezri Konsa ('53 )
0-3 Ben White ('57 )
1-3 Mikel Oyarzabal, br. ('65 )
2-3 Nico Williams ('75 )

Kroatia-Kekkia 2-1 (1-0)
1-0 Ivan Perisic ('2 )
1-1 Adam Hlozek ('84 )
2-1 Lovro Majer ('87)

Ongland og Spania hava bæði 15 stig. Ongland hevur betri málmun og vinnur tí bólkin. Kroatia hevur seks stig, meðan Kekkia endaði aftast í bólkinum við ongum stigi.

---

Deild C bólkur 1:

Belarus-Albania 0-2 (0-1)
0-1 Rey Manaj ('28 )
0-2 Elseid Hysaj ('57 )

Finnland-San Marino 7-2 (5-1)
1-0 Adrian Svanback ('8 )
2-0 Leo Walta ('17 )
3-0 Adrian Svanback ('20 )
3-1 Nicola Nanni, br. ('26 )
4-1 Joel Pohjanpalo ('36 )
5-1 Joel Pohjanpalo ('42 )
6-1 Daniel Hakans ('70 )
6-2 Nicola Nanni ('76 )
7-2 Adrian Svanback ('78 )

Albania vinnur bólkin við 15 stigum, og teir flyta upp í deild B. Belarus og Finnland enda á 10 stigum, men Belarus er betri í innanhýsis uppgerðum og endar tí næstfremst. San Marino endaði aftast við ongum stigi.

Deild C bólkur 2:

Lettland-Armenia 0-0

Kýpros-Montenegro 1-4 (0-1)
0-1 Milutin Osmajic ('5 )
1-1 Ioannis Pittas, br. ('52 )
1-2 Milan Vukotic ('58 )
1-3 Nikola Krstovic ('67 )
1-4 Nikola Krstovic ('83 )

Montenegro vinnur bólkin við 16 stigum, og teir flyta upp í deild B. Kýpros hevur átta stig á øðrum plássinum, og Armenia hevur seks stig á triðja plássinum. Lettland endaði aftast í bólkinum við tveimum stigum.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

6 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Julian Kragesteen vann á Kjartani Johansen

6 minuttir síðan
Tíðindi

Centerpartiet fer at samráðast víðari við Andersson

6 minuttir síðan
Hondbóltur

Stjarnan knógvaði ein javnleik á útivølli

36 minuttir síðan
Tíðindi

U20-HM í íshokki verður uttan Russland hóast CAS-dóm

1 tími síðan
Tíðindi

B71 gentur vunnu stóra flogbóltskapping í Danmark

1 tími síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Vilhelmi tapti á útivølli

1 tími síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Tey halda okkum vera keyptar

2 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: Havnarliðini deildu stigini - H71 vann stórsigur á StÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

Tryggjar skúlin stættasamfelagið?

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Stjørnan vann stórsigur á VÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

SpaceX fangaði Star­ship úr luft­ini á fyrsta sinni

3 tímar síðan
Tíðindi

1.500 migrant­ar komu til Kanariu­oyggj­ar í gjár

3 tímar síðan