info
Ongi úrslit
© Lionel Bonaventure/Ritzau Scanpix
Myndatekstur: Kozo Tashima (vinstrumegin) og Gianni Infantino til ein dyst millum Argentina og Japan undir HM í kvinnufótbólti í 2019. Nú vilja báðir gerast forseti í Fifa.

Tríggir vilja gerast forseti í Fifa

Gianni Infantino fær hesaferð mótvalevni, tá forsetaval verður í altjóða fótbóltssamgonguni Fifa í mars. Bæði ein japanskur fótbóltsleiðari og ein fyrrverandi Tottenham-leikari vilja taka við forsetasessinum.

Eirikur Lindenskov
16. november 2026 kl. 12:28

Tað verður ikki uttan mótstøðu, at Gianni Infantino fer eftir enn einum forsetaskeiði í altjóða fótbóltssamgonguni Fifa.

Tá forsetaval verður í mars, kann hann fáa kapping frá tveimum øðrum valevnum, sum hava boðað frá áhuga fyri sessinum.

Talan er um 68 ára gamla japanaran Kozo Tashima og 55 ára gamla sveisaran Ramon Vega.

Freistin at boða frá valevni er um góðar tveir dagar, og enn er ikki greitt, um øll trý verða á endaliga vallistanum.

Vil endurreisa trúvirðið hjá Fifa

Kozo Tashima hevur drúgvar royndir innan altjóða fótbólt.

Hann hevur bæði verið landsliðsleikari og venjari, men er serliga kendur fyri sítt arbeiði sum fótbóltsleiðari.

Frá 2016 til 2024 var hann forseti í japanska fótbóltssambandinum, og í 11 ár hevur hann sitið í leiðandi nevndini hjá Fifa, Fifa Council.

Tashima sigur, at hann vil endurreisa trúvirðið hjá Fifa.

Hann hevur millum annað funnist at avgerðini hjá Fifa um at broyta leikbannið hjá amerikanska landsliðsleikaranum Folarin Balogun eftir eina telefonuppringing frá Donald Trump, forseta.

– Eg haldi, at hetta er ein roynd av, um Fifa er ført fyri at reinsa seg sjálvt, hevur Tashima sagt sambært AFP.

Hann vil ikki góðtaka, at Infantino enn eina ferð verður valdur uttan mótvalevni.

Infantino undir trýsti

Gianni Infantino hevur verið forseti í Fifa síðani 2016, tá hann tók við eftir Sepp Blatter.

Hann varð afturvaldur uttan mótvalevni í bæði 2019 og 2023.

Men seinastu árini hevur hann fingið nógvar atfinningar.

Serliga hava avgerðirnar um at víðka HM og heimsmeistarakappingina fyri felagslið, stuðulin til Katar og Saudiarabia og sambandið við Donald Trump elvt til kjak.

Infantino hevur eisini fingið harðar atfinningar fyri ætlanir um at selja partar av handilsligu rættindunum hjá Fifa.

Síðani hevur hann biðið um umbering og lovað at kanna broytingar í leiðslubygnaðinum.

Infantino hevur kortini framvegis stóra undirtøku, serliga í Afrika, Asia og millum smærri fótbóltstjóðir.

Hann hevur eisini lagt fram ætlanir um at styrkja kvinnufótbóltin og byggja 1.000 fótbóltsvøllir í minni framkomnum økjum.

Fyrrverandi Tottenham-leikari vil taka við

Triðja møguliga valevnið er Ramon Vega úr Sveis.

Hann er fyrrverandi verjuleikari og spældi millum annað við Cagliari, Tottenham og Celtic.

Eftir fótbóltslívið hevur hann fingist við vinnulívið, og hann heldur sjálvur, at royndirnar sum bæði fótbóltsleikari og vinnulívsmaður gera hann væl skikkaðan til at standa á odda fyri Fifa.

Vega hevur sagt, at hann er sannførdur um, at hann kann vinna á Infantino.

Men enn er óvist, um hann lýkur krøvini fyri at sleppa á vallistan.

Eitt forsetavalevni skal verða innstillað av einum fótbóltssambandi, hava stuðul frá í minsta lagi fimm londum og kunna prógva, at viðkomandi hevur havt ein almennan leiklut í fótbólti í minst tvey av seinastu fimm árunum.

Vega hevur boðað frá, at hann vil fremja víðfevndar broytingar í Fifa, um hann verður valdur.

Forsetavalið verður í mars næsta ár.

Keldur: Ritzau, AFP, Reuters og Fifa.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

19 tímar síðan

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Søguligur dagur: Kvinnur stýrdu Løgtinginum

1 tími síðan
Tíðindi

Ætla at leingja bryggjuna hjá Norrønu í Seyðisfirði

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgtingið skal við­gera sjúkra­dag­peng­ar, fam­ilju­í­skoyti og skatt í dag

2 tímar síðan
Ítróttur

Borðtennis: 42 leikarar kappaðust á Hálsi

3 tímar síðan
Fótbóltur

Hava ein sigur, tríggjar javnleikir og eitt tap móti Moldova

3 tímar síðan
Tíðindi

Fimm mentan­ar­fel­øg á fund við Fíggjar­nevnd­ina í dag

3 tímar síðan
Tíðindi

76 milliónir krónur til gransking í kvinnuheilsu

3 tímar síðan
Ítróttur

Høgni vinnur alt

4 tímar síðan
Tíðindi

Føroyingar mest virkn­ir á ar­beiðs­markn­að­i­num í Evropa

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan fer at kanna flytingar í PlayStation-málinum

4 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy tapti greitt fyri triðaftasta liðnum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Føroyar hava favorittstøðuna móti Moldova

6 tímar síðan