info
Ongi úrslit

Dánjal og ÍBV vunnu seg í hálvfinalurnar - Rógvi og Fram eru úti

Um KA vinnur á Haukum á heimavølli í annaðkvøld hava tvey føroyingalið vunnið seg í hálvfinalurnar

Heri Simonsen
24. apríl 2022 kl. 21:10

Tað verður minst eitt føroyingalið í hálvfinalunum í endaspælinum í bestu íslendsku mansdeildini í hondbólti.

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV vunnu eisini seinnu fjórðingsfinaluna á Stjørnuni á útivølli. ÍBV vann 25-22, og í steðginum var Stjarnan á odda 12-11. 

Dánjal var ikki millum málskjúttarnar hjá ÍBV í dag.

Liðið hjá Rógva Dal-Christiansen og Vilhelmi Poulsen sum er úti við skaða, Fram tapti eisini seinnu fjórðingsfinaluna á heimavølli fyri sera sterka liðnum hjá Vali.

Valur vann 36-31. Í steðginum var Valur á odda 15-11.

Rógvi skoraði trý mál fyri Fram í seinastu dystinum hjá Fram hetta kappingarárið.

Í annaðkvøld kloklan 19.30 kann føroyingaliðið á Akureyri, KA hjá Nicholas Satchwell og Allani Norðberg vinna seg í hálvfinalurnar. KA vann fyrru hálvfinaluna á Haukum á útivølli 30-29 við brotskasti sum var sett í netið í seinasta sekundinum av dystinum. 

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

11 tímar síðan

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Fjórða dystin á rað fekk Hellas Verona úrtøku

8 minuttir síðan
Hondbóltur

Füchse Berlin vendi 10-16 í steðginum til 32-29 sigur

38 minuttir síðan
Tíðindi

Tveir Dan Sulli­van stilla upp í Al­aska – dóm­ari vís­ir sak­ frá sær

38 minuttir síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

45 minuttir síðan
Fótbóltur

Í annaðkvøld kann Stabæk senda Strømsgodset upp í bestu norsku fótbóltsdeildina

1 tími síðan
Tíðindi

Aron fekk debut fyri Hearts á Hampden Park

1 tími síðan
Ítróttur

Myndir: Føroyar taptu finaluna móti Íslandi

2 tímar síðan
Fótbóltur

Sebastian Slettegaard Petersen ger tvey ára sáttmála við B36

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: EB smurdi Neistan av - Stjørnan og VÍF vunnu eisini heimasigrar

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Gunnar bjargaði Vejle eitt stig móti liðnum hjá Ara og Árna Nóa

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Beinir Johannesen leggur krans við minnisvarðan í Viðarlundini

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump vísir Grøn­land sum eina risa­stóra amerik­anska her­støð

3 tímar síðan