Andrias Edmundsson var aftur liðskipari hjá Hellas Verona, tá hann og liðfelagarnir á Stadio Marc'Antonio Bentegodi leikvøllinum í Verona vunnu trivaligan 3-0 sigur á Carraresi í dysti í Seriu B.
Verona skoraði øll málini fyrstu 38 minuttirnar av dystinum. Abdou Harroui legði fyri í 10. minutti, og 12 minuttir seinni økti Daniel Mosquera til 2-0, og í 38. minutti økti Amin Sarr til 3-0.
Verona er ósigrað í fýra teimum seinastu dystunum í Seriu B.
Andrias fær góð ummæli fyri leikliga avrikið í dag. Frá Sofascore fær Andrias karakterin: 7,5 og frá Flashscore fær hann 7,4 (av 10 møguligum).
Hellas Verona er nú nummar fimm í deildini við 15 stigum. Teir hava fimm stig upp til Modena, ið er á øðrum plássinum, ið gevur beinleiðis uppflyting til Seriu A.
Leygardagin klokkan 16.15 hevur Hellas Verona dyst á útivølli móti Mantova, ið er fjórðfremst í deildini við 18 stigum.