Tað er ikki altíð lætt hjá veljarunum at vita, hvønn teir skulu velja. Í amerikanska statinum Alaska er trupulleikin heilt serligur, tí tveir menn við navninum Dan Sullivan eru millum valevnini til Senatið.
Annar er sitandi republikanski senatorurin Dan S. Sullivan, sum stillar upp aftur. Hin er Daniel J. Sullivan, sum stillar upp sum óheftur.
Republikanararnir óttast, at veljarar kunnu fara skeivir og seta krossin við skeiva Dan Sullivan.
Í dag hevur ein samveldisdómari tó víst eini sak frá sær, sum amerikanska løgmálaráðið hevði reist móti myndugleikunum í Alaska.
Tað skrivar Reuters.
Trump legði seg út í málið
Í síðstu viku boðaði Donald Trump, forseti í USA, frá, at hann hevði givið løgmálaráðnum boð um at reisa sak móti Alaska.
Sambært republikanarunum kann tað fáa avgerandi týdning fyri valúrslitið, at tveir menn við sama navni standa á atkvøðuseðlinum.
Í kæruni hjá løgmálaráðnum verður ført fram, at endamálið við valevninum Daniel J. Sullivan er at taka atkvøður frá republikanska senatorinum og harvið hjálpa demokratiska valevninum Mary Peltola.
Tað er væntandi, at kappingin millum Dan S. Sullivan og Mary Peltola verður sera tøtt.
Demokratar lagdir undir at standa aftanfyri
Málið tók eina nýggja vend, tá New York Times í síðstu viku skrivaði, at starvsfólk hjá demokratiska valevninum Mary Peltola høvdu fingið Daniel J. Sullivan at stilla upp.
Sjálvur hevur Daniel J. Sullivan tó víst aftur, at demokratar hava yvirtalað hann til at bjóða seg fram.
Fríggjadagin boðaði Michael Heyman, samveldissákæri í Alaska, frá, at myndugleikarnir fóru at herða kanningarnar av málinum eftir nýggju upplýsingarnar.
Men í dag hevur ein samveldisdómari altso víst sakini frá sær.
Avgerandi val týsdagin
Fýra valevni kappast um tað eina senatssætið í Alaska.
Valið verður týsdagin 3. november, tá amerikanarar fara á val til miðskeiðisvalið, sum verður hildið mitt í forsetaskeiðnum hjá Donald Trump.
Hesaferð skulu 35 av teimum 100 sessunum í Senatinum veljast. Samstundis skulu allir 435 limirnir í Umboðsmannatinginum veljast.
Republikanararnir hava í løtuni meirilutan í báðum kømrunum í amerikonsku Kongressini.
Um republikanararnir skulu varðveita meirilutan í Senatinum, kunnu teir ikki missa fleiri enn tríggjar sessir.
Tí kann valið í Alaska fáa stóran týdning fyri, hvør fer at hava meirilutan í Senatinum næstu tvey árini.
Kelda: Ritzau/Reuters