Avtalan millum Grønland, Danmark og USA verður væntandi undirskrivað í New York í sambandi við ST-aðalfundin.
Danska stjórnin leggur dent á, at avtalan skal styrkja trygdina í Arktis innan karmarnar hjá NATO. Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, sambært Reuters.
Hetta stendur í ávísum mótsetningi til orðingarnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum fríggjadagin segði, at avtalan gevur USA varandi ræði á trygdini í Grønlandi.
Grønlendska og danska stjórnin hava tó lagt dent á, at avtalan ikki broytir yvirvaldsrættin yvir Grønlandi, og at grønlendski sjálvsavgerðarrætturin verður varðveittur.
Sambært Reuters er tað enn ikki greitt, um nýggja avtalan broytir verjuavtaluna frá 1951, sum higartil hevur verið grundarlagið undir amerikansku hernaðarligu nærveruni í Grønlandi.
Í dag er amerikanska hernaðarliga nærveran serliga knýtt at Pituffik Space Base í Norðurgrønlandi.
Danmark hevur samstundis boðað frá, at meiri verður gjørt við verjuna av Grønlandi og Arktis, og at NATO-londini skulu taka størri lut í hesum arbeiðinum. NATO hevur eisini boðað frá, at felagsskapurin sær avtaluna sum eitt stig, ið kann styrkja trygd og samstarv í Arktis. Eisini áhugavert fyri Føroyar
Menningin er eisini viðkomandi fyri Føroyar
Føroyar liggja mitt í Norðuratlantshavi, og um NATO fær ein størri og meira sjónligan leiklut í arktisku trygdarskipanini, kann tað eisini fáa týdning fyri hernaðarligt virksemi, eftirlit og undirstøðukervi í føroyska økinum.
Tað ger tað nærliggjandi at spyrja, hvussu føroyskir myndugleikar verða tiknir við, tá nýggja trygdarskipanin fyri Arktis og Norðuratlantshav verður løgd til rættis. Men enn er einki frætt um nakað tílíkt í sambandi hesa avtaluna.
Kelda: Reuters/KNR