Stjórnarleiðararnir úr Danmark, Grønlandi og USA eru savnaðir til undirskrivingarhátíðarhald í New York. Avtalan skal styrkja felags førleikan at ræða møguligar mótstøðumenn frá at leypa á, skrivar Ritzau.
Mette Frederiksen, danskur forsætisráðharri, segði í stuttari røðu, at hon er errin av at kalla USA ein vin.
– Fyri 75 árum síðani gjørdu vit eina avtalu. Í dag skriva vit undir eina enn betri avtalu, sum kann vara um ævir, segði hon.
Frammanundan hevði Donald Trump í røðu síni í ST boðað frá, at USA fer at økja munandi um hernaðarligu nærveruna í Grønlandi.
Sambært amerikanska forsetanum skulu tvær nýggjar, sera stórar herstøðir byggjast. Hann upplýsti tó ikki, hvar tær skulu liggja.
Boðað varð frá avtaluni fríggjadagin, men enn eru fáar upplýsingar um innihaldið almannakunngjørdar.