Jenis av Rana, løgtingsmaður, hevur sett Eyðdis Hartman Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum, 13 skrivligar spurningar um koronukoppsetingar.
Hann vil millum annað hava upplýst, hvussu nógvar fráboðanir um hjáárin ella illgruna um hjáárin eru skrásettar frá føroyskum borgarum. Hann spyr eisini um innleggingar og deyðsføll, sum eru fráboðað í sambandi við møgulig hjáárin.
Harumframt vil hann vita, hvussu nógvir føroyingar hava kært ella søkt um endurgjald, hvat málini snúgva seg um, og hvørjar avgerðir eru tiknar.
Í viðmerkingunum vísir Jenis av Rana til frásagnir frá borgarum, sum sjálvir seta heilsutrupulleikar í samband við koppsetingina. Sambært løgtingsmanninum hava summir teirra upplivað trupulleikar við at fáa hjálp og svar upp á kærur.
Frásagnirnar lýsa upplivingarnar hjá borgarunum. Tær staðfesta ikki í sjálvum sær, at koppsetingin hevur elvt til sjúkuna.
Ein partur av fyrispurninginum snýr seg um kunningina til tey, sum vórðu koppsett. Jenis av Rana spyr, hvørjar upplýsingar tey fingu um virknað og møgulig hjáárin, og um landsstýriskvinnan metir kunningina hava verið nøktandi.
Hann vil eisini vita, hvussu tryggjað varð, at heilsustarvsfólk fráboðaðu illgruna um hjáárin, og hvussu borgarar vórðu kunnaðir, tá trygdarupplýsingar vórðu dagførdar.
Løgtingsmaðurin biður harumframt um tøl fyri fleiri sjúkur og álvarsamar heilsutilburðir fyri at lýsa gongdina undan og eftir 2021. Hann spyr millum annað um hjartasjúkur, blóðtøppar, heilabløðingar og krabbamein.
At enda vil Jenis av Rana hava svar upp á, um landsstýrið fer at taka stig til eina óhefta føroyska eftirmeting av koppsetingarátakinum. Hann spyr eisini, um skipað langtíðaruppfylging er sett í verk fyri borgarar, sum hava fingið álvarsom ella drúgv heilsuárin eftir koppseting.