Ferðamannaskipatíðin í Tórshavnar havn er av á hesum sinni. Vánalig veðurlíkindi kring Ísland hava havt við sær, at tríggjar ætlaðar vitjanir eru avlýstar.
Tað upplýsa tey hjá Tórshavnar havn, fyri in.fo.
Í greinini um National Geographic Endurance í gjárkvøldið skrivaðu vit, at trý ferðamannaskip skuldu koma afturat í ár. Tað var upprunaliga ætlanin, men síðani eru broytingar komnar í skránna.
World Voyager, World Navigator og Spitsbergen hava verið noydd at broyta ferðaætlan vegna veðrið kring Ísland. Tí varð National Geographic Endurance seinasta ferðamannaskipið, sum vitjaði Tórshavnar havn í ár.
Spitsbergen hjá norsku Hurtigruten skuldi vera seinasta ferðamannaskipið, sum vitjaði á Havnini í ár. Men ferðin er avlýst vegna illveður kring Ísland