USA fær víðfevnd rættindi til hernaðarligt virksemi í Grønlandi við nýggju avtaluni millum Danmark, grønlendska landsstýrið og USA.
Avtalan ásetur, at amerikanarar fáa loyvi til at nútímansgera og víðka virksemið á Pituffik Space Base og stovna nýggjar herstøðir við Narsarsuaq og Mestersvig. Nærri treytir og tøknilig viðurskifti skulu partarnir semjast um.
Eisini verður latið upp fyri fleiri verjuøkjum í Grønlandi eftir sínámillum avtalu.
Amerikonsk herflogfør fáa atgongd til at flúgva yvir og lenda allastaðni í Grønlandi við teimum avmarkingum, sum partarnir møguliga semjast um. Avtalan tryggjar eisini amerikanska herinum fría ferðslu millum verjuøkini og atgongd hjá amerikonskum kavbátum í grønlendskum sjóøki.
Eitt av mest víðfevndu punktunum er, at avtalan ikki hevur nakran endadag og bert kann broytast við felags samtykki.
Verður Grønland sjálvstøðugt, skulu danska stjórnin og grønlendska landsstýrið tryggja, at nýggi staturin tekur skyldurnar í avtaluni á seg og gevur tilsøgn um at halda fram í NATO, um neyðugt við at søkja um limaskap.
Samstundis staðfestir avtalan fullveldið og landamørkini hjá danska ríkinum og rættin hjá grønlendska fólkinum til sjálvsavgerðarrætt.
Grønlendskar fyritøkur skulu í størst møguligan mun fáa sáttmálar um bygging, viðlíkahald og tænastur á verjuøkjunum.
Avtalan kemur í gildi, tá USA hevur fingið formlig boð um, at neyðuga parlamentariska viðgerðin í danska ríkinum og Grønlandi er lokin.