Eitt av størri revsimálunum í Føroya Rætti í seinastuni byrjar mánamorgunin 28. september.
Tveir menn eru ákærdir í málinum, sum sambært rættarskránni snýr seg um roynd at seta eld á, rán, harðskap og onnur viðurskifti.
Málið er sett á skrá frá klokkan 9.15 til 15 allar fimm dagarnar frá mánadegnum 28. september til og við fríggjadagin 2. oktober.
Tríggir dómarar eru settir at viðgera málið, og rættarfundirnir eru almennir.
Málið stavar frá eini álvarsamari hending í Tvørgøtu í Havn 18. februar í ár.
Beint fyri klokkan 18 tann dagin fekk løgreglan fráboðan frá einum manni, sum segði seg vera álopnan inni í sínum egna húsum. Tá løgreglan kom á staðið, var eldur í húsinum, og maðurin var framvegis inni og illa viðfarin.
Ein maður varð handtikin stutt eftir hendingina, og dagin eftir varð ein annar maður handtikin. Teir vórðu tá skuldsettir fyri grovan harðskap, tilætlaða eldáseting og rán. Løgreglan arbeiddi alla náttina og morgunin eftir við at savna prógv í málinum.
Nú, góðar sjey mánaðir seinni, er málið komið so langt, at teir báðir menninir skulu fyri rættin. Teir hava sitið varðhaldsfongslaðir síðani teir vórðu handtiknir.
Sambært rættarskránni snýr ákæran seg millum annað um roynd at seta eld á, rán og harðskap.
Roknað eftir tíðunum í rættarskránni eru settir 28 tímar og 45 minuttir av til rættarmálið teir fimm dagarnar.