info
Ongi úrslit
© Leonhard Foeger/Reuters
Danmark og fýra onnur evropeisk lond samráðast við Ruanda um at senda fólk, sum hava fingið noktandi svar um friðskjól, til eina felags móttøkumiðstøð í landinum.

Danmark vil senda russ­ar til út­ferðar­mið­støð í Ruanda

Russar, iranar og sýrar eru størstu bólkarnir millum tey, sum lúka treytirnar. Danmark og fýra onnur evropeisk lond samráðast við Ruanda um eina felags móttøkumiðstøð.

Eirikur Lindenskov
22. november 2026 kl. 22:15

120 fólk í Danmark, sum hava fingið noktandi svar upp á umsókn sína um friðskjól, lúka treytirnar fyri at kunna verða send til eina móttøkumiðstøð í Ruanda í 2027. Tað upplýsir danska útlendinga- og integratiónsmálaráðið fyri Politiken og DR, sambært Ritzau.

Russar, iranar og sýrar eru teir tríggir størstu bólkarnir og telja tilsamans 41 prosent av teimum 120. Málaráðið hevur ikki upplýst, hvussu nógv eru úr hvørjum landi.

Í fyrsta umfari er ætlanin at senda vaksin, sum hava fingið noktandi svar um friðskjól, eru uttan børn undir 18 ár og ikki samstarva um at fara aftur til heimlandið. Fólk, sum eru dømd til útvísing í einum revsimáli, eru uttan fyri fyrsta málbólkin.

Fimm lond skulu deila umleið 100 pláss

Danmark, Týskland, Niðurlond, Eysturríki og Grikkaland arbeiða fram ímóti einari felags karmavtalu við Ruanda. Síðani skulu londini gera sínar egnu avtalur. Danmark skal gera eina løgfrøðiliga bindandi avtalu við Ruanda.

Ætlanin er at hava umleið 100 pláss á einari opnari móttøkumiðstøð, sum londini skulu deila. Plássini kunnu brúkast av nýggjum, tá fólk flyta víðari. Enn er ógreitt, hvussu plássini verða býtt millum londini.

– Nú fara vit veruliga at taka tamarhaldið á evropeisku landamørkunum aftur, segði danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, tá ætlanin varð løgd fram.

Danski útlendinga- og integratiónsráðharrin, Morten Bødskov, hevur áður sagt, at Danmark væntar at vera til reiðar at senda tey fyrstu til Ruanda fyri árslok 2027.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu

9 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Samuel tryggjaði Ried sigurin í yvirtíðini

44 minuttir síðan
Tíðindi

Norsk fiskamóttøka á húsagang eftir løgregluátak

1 tími síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Advokaturin í barnagarðinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Demokratarnir fáa størsta meirilutan í 34 ár

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag í dansifrøi

3 tímar síðan
Tíðindi

Burn: Kyndil og Team Klaksvík vunnu greiðar sigrar

3 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann 37-29 móti StíF

3 tímar síðan
Hondbóltur

H71 framdi stórt bragd - sendi Ostrovia úr European Cup

4 tímar síðan
Tíðindi

Vänsterpartiet vrak­ar nýtt út­spæl og krev­ur ráð­harra­sessir

4 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin frá 1927 til í dag

6 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Neistin vann 35-33 á KÍF

6 tímar síðan