info
Ongi úrslit

VIDEO: Samuel tryggjaði Ried sigurin í yvirtíðini

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Wolfsberger AC-SV Ried 1-2 (0-0)

Heri Á. Simonsen
22. november 2026 kl. 22:00

Samuel Chukwudi gjørdist stóra hetjan hjá SV Ried í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini í dag.

Tá klokkan vísti 94 minuttir stútaði Samuel bóltin í netið til støðuna 2-1 til SV Ried, ið vitjaði Wolfsberger AC í dag.

Seks minuttir inn í seinna hálvleiki legði Wolfsberger seg á odda 1-0. 15 minuttir seinni javnaði Isaac Thelin fyri Ried. Leingi sá út til, at tað fór at enda 1-1, men í yvirtíðini gjørdist Samuel sigursmálskjúttin hjá Ried.

Hjá Sofascore er Samuel besti leikarin hjá SV Ried. Fyri leikliga avrikið fær hann karakterin: 8,0 (av 10 møguligum). Samuel fær eisini besta karakterin hjá Flashscore. Har fær hann karakterin: 8,1.

SV Ried er nummar seks í deildini við 19 stigum fyri 13 dystir.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Wolfsberger AC-SV Ried 1-2 (0-0): https://www.skysportaustria.at/mediathek/highlights-wolfsberger-ac-sv-ried-13-runde/

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu

9 minuttir síðan
Tíðindi

Danmark vil senda russ­ar til út­ferðar­mið­støð í Ruanda

29 minuttir síðan
Tíðindi

Norsk fiskamóttøka á húsagang eftir løgregluátak

1 tími síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Advokaturin í barnagarðinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Demokratarnir fáa størsta meirilutan í 34 ár

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag í dansifrøi

3 tímar síðan
Tíðindi

Burn: Kyndil og Team Klaksvík vunnu greiðar sigrar

3 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann 37-29 móti StíF

3 tímar síðan
Hondbóltur

H71 framdi stórt bragd - sendi Ostrovia úr European Cup

4 tímar síðan
Tíðindi

Vänsterpartiet vrak­ar nýtt út­spæl og krev­ur ráð­harra­sessir

4 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin frá 1927 til í dag

6 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Neistin vann 35-33 á KÍF

6 tímar síðan