Norska fiskamóttøkan Havøysund Fisk hevur lýst seg á húsagang. Hetta hendir eftir eina umfatandi rannsókn hjá norsku fíggjarløgregluni, Økokrim, móti fleiri fiskamóttøkum í oktober.
Tað var hósdagin, at Havøysund Fisk boðaði bæði fiskimonnum í økinum og kommunuleiðsluni frá, at øll móttøka av fiski var steðgað, og nú er húsagangurin staðfestur.
Nevndarformaðurin í Havøysund Fisk, Gunnar Haagensen, váttar yvirfyri Fiskeribladet, at nevndin hevur biðið um trotabúarviðgerð.
Húsagangurin hevur beinleiðis samband við stóra løgregluátakið móti fleiri fiskamóttøkum í Noregi hin 27. oktober í ár, har 20 feløg vórðu skuldsett.
Sjey fólk vórðu kravd varðhaldsfongslað við bræva- og vitjanarforboði – teirra millum nevndarlimurin í Havøysund Fisk, Ted Robin Endresen.
Gunnar Haagensen er hin nevndarlimurin í felagnum, og hann greiðir soleiðis frá støðuni í einum sms-boðum til Fiskeribladet:
– Ein partapeningahækking kann ikki fremjast uttan undirskriftina hjá Ted Robin Endresen, og ei heldur kann ein áheitan um húsagang sendast inn. Vit hava tí, samsvarandi handilsskylduni, broytt nevndina til bert at fevna um nevndarformannin, og síðan hava vit biðið um trotabúarviðger, skrivar Gunnar Haagensen.
Kanningin hjá Økokrim snýr seg um illgruna um tilvitaða skeiva fráboðan og skeiva skráseting av hvítfiski, tá landað verður. Løgreglan hevur nevniliga illgruna um, at fleiri aktørar hava samstarvað um at føra skeivar upplýsingar á avrokningarseðlarnar.
Økokrim grundgevur kravið um varðhaldsfongsling við, at vandi annars kundi verið fyri, at prógv kunnu verða burturbeind.
Tað eru fyritøkurnar, Jangaard Export AS úr Ålesund og Myre Eiendom AS, sum eiga Havøysund Fisk. Gunnar Haagensen eigur Jangaard Export, og Ted Robin Endresen eigur Myre Eiendom.
Hetta skriva norsku miðlarnir, Kystmagasinet og Fiskeribladet.