Tvey føroyingalið vóru í leiki í týsku bundesliguni í dag.
Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel vann á heimavølli ein greiðan 31-22 sigur á Wetzlar. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-8.
Elias skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir, og hann legði eisini upp til tvey mál. Sambært hagtølunum var Elias á vøllinum í 19 minuttir í dag.
THW Kiel er næstfremst í deildini við 23 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri oddaliðið, SC Magdeburg.
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin máttu veruliga stríðast fyri sigrinum í dag. Á útivølli vann Füchse Berlin tepran 32-31 sigur á Göppingen. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 17-14.
Hákun skoraði trý mál upp á fimm málroyndir. Sambært hagtølunum var Hákun á vøllinum í 13 og ein hálvan minutt í dag.
Füchse Berlin er fjórðfremst í deildini við 18 stigum.