Ellivu dagar frammanundan høvdu fleiri føroyingar atkvøtt fyri loysing enn fyri uppskotinum frá donsku stjórnini. Men ósemjan um, hvussu úrslitið skuldi tulkast og fremjast, elvdi til eina av størstu politisku uppgerðunum í føroyskari søgu.
Meirilutin á tingi, Fólkaflokkurin og javnaðarmaðurin Jákup í Jákupsstovu, vildi fremja loysingina. Danska stjórnin svaraði við at loysa tingið upp og skriva út nýval til 8. november.
Fólkaflokkurin góðtók avgerðina við teirri grundgeving, at flokkurin ikki vildi kasta tjóðina út í oyðandi bróðurstríð.
Tá næsti avtalaði tingfundur skuldi vera 27. september, møtti bara ein maður: Jákup í Jákupsstovu.
80 ár seinni verður framvegis kjakast um spurningin, sum tá kloyvdi bæði ting og fólk: Hvussu skal føroyska fólkið gera av sína egnu framtíð?